Í India verður umhugsað at hava spurningar um kastur við í manntalinum. Hetta er ikki gjørt síðani 1931.

13/08/2010
Viðbrekin spurningur um kastur í indiskum manntali
Indiska stjórnin umhugsar at broyta spurningarnar í teirra fólkateljing næsta ár og spyrja, hvørja kastu familjurnar hoyra til.

Um stjórnin fær undirtøku, so verður tað fyrstu ferð síðani 1931, tá India var bretskt hjáland, at spurningurin um kastu verður tikin við í fólkateljingina.

Endamálið sigst vera at víðka skipanin, sum skal tryggja øllum kastum sín part av góðu skúlaplássunum og almennu størvunum.

Djúpar søguligar røtur

Kastuskipanin hevur sera djúpar røtur í indisku søguni. Ovast í kastuskipanini eru brahminarnir, sum oftast eru akademikarar og politikarar. Tær næstu eru kshatriya – krígsfólkið – og vaishya – keypmenn.

So eru fleiri lægri kastur, fyrst og fremst arbeiðsfólkið ofta nevnd ”aðrar tilafturkomnar kastur”. Og síðani er ein hópur, sum als ikki er við – tey kastuleyst – kallað dalittar.

Søguliga sæð, vóru útlitini hjá hvørjum einstakum, knýtt at hvørja kastu tey hoyrdu til.

Dalittarnir høvdu tey vánligastu arbeiðini, eitt nú gøtusóparar og at tøma wc.

Tey kastuleysu skuldu hvørva

Tá India samtykti nýggja stýrisskipan í 1950, var heitið ”tey kastuleystu” tikið av, hóast aldargamla skipanin hevði so gott festi í samfelagnum. Samstundis var ein nýggj framíhjáskipan gjørd, sum tryggjaði teimum kastuleysu 15 prosent av øllum sessunum í tjóðartinginum.

Síðani 1950 er framíhjáskipanin víðkað fleiri ferðir. Tey kastuleysu og tær lægstu kasturnar eru nú tryggjaðar 22,5 prosent av øllum almennum arbeiðsplássum, lestrarskeiðum á lærdu háskúlunum og øðrum sosialum skipanum. Tær ”tilafturkomnu kasturnar”, sum eru 41 prosent av øllum íbúgvunum, eru á sama hátt trýggjaðar 25 prosent. Í Inda búgva 1,2 milliard fólk.

Fleiri ágóðar til lægru kasturnar

Politiskir eygleiðarar vænta, at kastuspurnningurin í manntalinum fer at vísa, at talið á fólki í lægru kastunum, er vaksið seinastu árini. Afturfyri fer stjórnin helst at tryggja teimum fleiri sessir í Tjóðartinginum, í skúlunum og fleiri sosialar ágóðar. Og júst hetta fer helst at geva Kongressflokkinum, sum situr við stjórnarvaldinum, størri undirtøku.

Men skipanin við framíhjárættinum hevur eisini havt við sær ónøgd millum tey, sum ikki lúka krøvnini til framíhjárættindi. Í 1980-unum setti stjórnin eina kanningarnevnd at finna fram til ”tilafturkomnu kastsurnar”, men tað førdi til móttmæli frá ungum monnum, sum hoyrdu til hægru kasturnar. Mótmælt var móti at pláss vóru tikin frá teimum.

Kastan verður kortini avgerandi

Bhakta Charan Das, tjóðartingslimur fyri Konresssflokkin, vísir á, at um manntalið verður víðkað við kastuspurningum, so svarar tað til at siga við ungar indarar, at uttan mun til førleikar, so ”er tað kortini tín kasta, sum er avgerandi.”

Endaliga avgerðin um kastuspurningingarnir skulu við í spurnablaðið er ikki tikin enn.

(Skrivað eftir grein í thestar.com)

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo