28/09/2009
Váðin við interneti er stórur
Nú á døgum kann tað tykjast lítið fyri at gera fólkateljing, tí nú vit hava internet, er lagamanni at fáa upplýsingar um øll. Manntal hevur kortini gjørt av ikki at nýta internetið, tí vansarnir tykjast væl størri enn fyrimunirnir.

Tað hevur sera nógv at siga, at spurningarnir komandi manntalið verða so væl og neyvt svaraðir sum møguligt. Til at tryggja hetta verða teljarar sendir út í hvørt húski, soleiðis at øll fáa ta hjálp og leiðbeining, teimum tørvar í beinleiðis samskifti við kønum fólki.

Hóast tað, at teljarar fara út til hvørt húski, hevði sjálvandi eisini borið til at havt internet sum ein eyka svarmøguleika hjá fólki. Men tá hetta er fyrstu ferð vit sjálvi skipa fyri manntali, og vit skulu heilt aftur til 1977 til seinasta manntal, eru fleiri váðar við eini internetteljing.

Høg trygdarkrøv

Tann fyrsti trupulleikin við at brúka internetið er, at vit ongar royndir hava á økinum. Ein internetskipan má tí helst mennast frá byrjan. Tað heilt avgerandi við eini slíkari skipan er, at allar upplýsingar eru vardar fyri óviðkomandi eygum, so her eru serliga høg trygdarkrøv og neyðugt er tí at gera umfatandi royndarkoyringar. Allar nýggjar kst-skipanir hava barnasjúkur, sum mugu verða bastar áðrenn manntalið. Alt hetta tekur tíð og er dýrt.

Tann næsti trupulleikin er, at tað fløkir munandi um alla tilgongdina, tá tað verður latið upp fyri meira enn einum máta at fáa upplýsingarnar inn. Hetta ger, at vandin fyri feilum og ósamsvari fleirfaldast. Tað verður tí neyðugt at gera umfatandi eftirlitsskipanir, sum skulu ansa eftir og stýrra, hvussu upplýsingarnar koma inn og harumframt skulu tryggja, at hvør persónur svarar hvørjum spurningi bara eina ferð. Eisini hetta tekur tíð og kostar nógv.

Tann váðin, ið stendst av hesum trupulleikunum ger, at verkætlanin sum so kemur í størri vanda fyri at kollsigla, enn um vit í staðin leggja okkum eftir at hava tingini so einføld sum yvirhøvur møguligt.

Ov stórt glopp aftur til 1977

Tá manntal verður regluliga hildið 10. hvørt ár, ber til at síggja eina gongd í teimum evnunum, sum manntalið lýsir, og undanfarna manntal kann nýtast at meta seg eftir, hvussu eftirfarandi úrslitini eru. Um eitthvørt skuldi verið komið skeivt fyri í uppgerðini úr til dømis einum teljiøki, ber til at meta um, hvussu stórar skeivleikar talan er um við støði í úrslitinum frá undanfarna manntalinum. Harvið ber til at leggja upp fyri og rætta, soleiðis at úrslitið hagtalsliga er eftirfarandi.

Men um gloppini millum teljingarnar verða ov stór, hava vit ikki longur henda møguleika, og hetta er júst støðan í Føroyum í 2011. Broytingarnar síðani 1977 eru só nógvar og stórar, at 1977-tølini eru alt ov gomul at ýta av eftir.

Vit royna sjálvsagt at gagnnýta allar teir tøkniligu hentleikar sum finnast - og sum vit hava tíð og ráð til - at tryggja, at manntalið verður so neyvt og rætt sum til ber. Hóast manntalið hesaferð verður hildið uttan at nýta internet, verður tað mestur nýtt seinni í sambandi við komandi teljingar.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo