Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, legði uppskotið um manntal fyri Løgtingið.

08/03/2011
Uppskot um manntal lagt fyri løgtingið
Ein lóg skal millum annað tryggja, at upplýsingarnir sum koma inn, ikki fara víðari sum annað enn hagtøl, har eingin kann kennast aftur.

Við lógaruppskotinum skal løgtingið geva heimild til, at manntal verður hildið í ár. Í uppskotinum verður eisini sagt, hvat spyrjast kann um og hvussu upplýsingarnar skulu viðgerast aftaná.

Í uppskotinum verður eisini sagt, at øll hava skyldu at svara spurningunum. Og heimild verður eisini latin løggildum teljarum at koma á gátt hjá fólki eftir spunabløðunum.

Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, sum varðar av lógaruppskotinum vegna Hagstovu Føroya, sum stendur fyri fólkateljingini. Hagstova Føroya eigur allar upplýsingar og letur tær ikki til aðrar myndugleikar ella almennar skráir.

Endamálið við manntalinum er at gera ein neyva hagtalslýsing av Føroyum. Øll hava atgongd til hagtølini, sum verða gjørd burturur upplýsingunum, men hagtølini verða almannakunngjørd soleiðis, at eingin kann kennast aftur, hvørki persónar ella húski.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo