Teljarar í sunnaru helvt í Suðri vóru lidnir við teirra teljing 1. desember

06/12/2011
Teljingin um at verða liðug
Innsavningin av spurnabløðum hevur gingið avbera væl. Næstan øll spurnabløð eru komin innaftur.

Næstan 200 teljarar og dømisleiðarar hava seinasta mánaðin staðið fyri útbering og innsavning av spurnabløðunum.

Støðan nú er, at bert nøkur fá spurnabløð eru eftir at fáa inn. Summi vóru fyribils burturstødd, onnur eru gloppin burturímillum. Um onkur er, sum ikki er sloppin av við spurnablaðið, so ber til at ringja til tel. 80 2011.

Nú fer arbeiðið í gongd at lesa spurnabløðini inn í teldurnar. Hetta er eitt drúgt arbeiði. Væntandi tekur tað einar 3 mánaðir.

Síðani skulu upplýsingarnar gerast til hagtøl.

Manntal vónar at fyrstu hagtølini verða klár í seinnu helvt í 2012

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo