07/07/2010
Telja býli, hús og bygningar
Ein partur av fólkateljingini 2011 er at útvega hagtøl um, hvussu vit búgva. Samstundis er áhugi fyri at stovna eina býlis- og bygningsskrá.

Spurnablaðið til fólkateljingina í 2011 er býtt í tríggjar høvuðsbólkar: spurningar
um húski, um býli og um einstaklingin.
Men fólkateljingin gevur bara eina løtumynd av, hvussu vit liva. Undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum var heilt greitt, at tað er eitt stórt ynski um stovna skráir, sum vera dagførdar og sum kunnu brúkast bæði til fyrisitingarlig endamál og til hagtøl.
Í løtuni verður kannað, hvussu stórur tørvurin er á eini býlis- og bygningsskrá. Í
summum kommunum eru yvirlit yvir býli og bygningar, men eingin samlað skrá er.
Og ongar mannagongdir eru fyri, hvussu ella hvat skal skrásetast í eini býlis- og
bygningsskrá. Heldur ikki er greitt, hvør skal hýsa eini nýggjari skrá. Nevnt hevur verið, at Umhvørvisstovan, sum hýsir Landsfólkayvirlitinum, matrikulumsitingini og landsadressuskránni, kanska er rætti myndugleikin.
Tá fólkateljingin fyrst og fremst skal útvega hagtøl, er tað heldur ikki sjálvsagt,
at tær upplýsingar um býli og bygningar, sum koma inn hendan vegin, verða lagdar í eina nýggja skrá.
Í øllum londum verður ávarað móti at brúka manntal bæði til hagtøl og til at gera
nýggjar skráir. Vandi er fyri, at fólk aftra seg fyri at svara rætt, um summar av upplýsingunum skulu brúkast í almennum skráum.
Eitt eyðkenni við einum manntali eigur at verða, at fólk skulu kenna seg púra
trygg, at ongar av upplýsingunum vera brúktar til annað enn hagtøl og at eingin
kann kennast aftur í teimum hagtølum, sum koma burturúr manntalinum.
Ein serlig lóg um fólkateljing skal veita øllum borgarum trygd fyri at alt verður
viðgjørt í trúnaði.

Les spurningarnar um býli!

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo