22/09/2010
Spurnablaðið til royndarteljingina liðugt
47 spurningar til einstaklingin, 15 spurningar um býlið og 9 spurningar um húskið.

Spurnablaðið til royndarteljingina í november er nú klárt til prentingar.

Spurningarnir eru valdir í samráð við ymiskar áhugabólkar í Føroyum. Ynskini um spurningar hava verið nógv og neyðugt hevur verið at velja og vraka.

Ein av høvuðstreytunum hevur verið, at spurningarnir fylgja altjóða ST-leisti. Harafturat eru nakrir spurningar tiknir við, sum skulu lýsa serligu viðurskiftini í Føroyum.


Spurnablaðið sæst her

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo