Jóannes Eidesgaard tók saman um aðalorðaskiftið

09/03/2010
Sólin skein á manntal
Sera positivt aðalorðaskifti um frágreiðingina til Løgtingið um "væl grundaða vitan".

Løgtingið hevði týsdagin aðalorðaskifti um, hvussu til ber at fáa til vegar neyvari hagtalsvitan um føroyska samfelagið.

Framsøgufólk  úr øllum flokkum, uttan sjálvsstýrisflokkinum, tóku orðið og stuðlaðu ætlanunum at halda manntal í 2011. Harafturat tóku flokkarnir eisini undir við ætlanini at stovna tvær nýggjar grundskráir - eina býlis- og bygningsskrá og eina virkisskrá. Sjálvstýrisflokkurin tók ikki orðið.

Øll tingfólk vístu á, at tey í heilum komu í støður, har tey noyddust at siga, at vit hava ikki hagtøl um hetta  í Føroyum. Tey sóu fyri sær, at eitt manntal - saman við nýggjum grundskráum - fór at verða eitt stórt fet á leiðini at fáa til vegar væl grundaða vitan.

Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum tók undir við heildarætlanini, men spurdi samstundis um, hví tað ikki var samsvar millum tølini í fíggjarlógini og kostnaðin, sum er upplýstur í frágreiðingini til Løgtingið. Í fíggjarlógini er 1,8 mill. settar av í ár til fólkateljingina og sama upphædd næsta ár.

Frágreiðingin "Væl grundað vitan" sigur, at brúk verður fyri 3 mill. til manntal í ár og 6 mill. kr. næsta ár.
Jóannes Ejdesgaard segði í síni røðu, at fíggjarmálaráðið helst fór at biðja um eykajáttan upp á 1 mill. kr, sum skuldi brúkast til at skipa eina royndarteljing seinni í ár.

Eisini landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, tók væl undir við samlaðu ætlanini. Landsstýriskvinnan hevur ábyrgdina av Landsfólkayvirlitinum og væntandi eisini av eini nýggjari býlis- og bygningsskrá.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo