15/10/2009
Skjalprógv fyri støðuna millum kynini
Loksins eru útlit fyri, at ein umfatandi fólkateljing verður í Føroyum í 2011. Fyri 1977 vóru fólkateljingar áleið fimta hvørt ár.

Ein fólkateljing ella manntal er ein søgulig hending, sum megnar at gera eitt hagfrøðiligt grundalag, sum lýsir fleiri samfelagsviðurskifti út í æsir.

Verandi hagtøl siga ein hóp um tann einstaka borgaran, men kortini eru nógvar upplýsingar, sum áhugi er at fáa hendur á.

Ein fólkateljing kann skjalprógva tankar og hugskot, sum vit í dag hava um, hvussu javnstøðan er. Men vitanin er ikki tøk á nógvum økjum.

Javnstøðunevndin, Demokratia og Kvinnusamskipan Føroya hava á fundi gjørt vart við hagtøl, sum stórur tørvur er á fyri at lýsa støðuna millum kynini neyvari.

Spurningar um javnstøðu

Nevndir vóru spurningar um javnstøðu í arbeiðinum, í heiminum, í frítíðini, í politikki osv. Møguleikin var eisini nevndur at spyrja um, hvussu nógva tíð vit brúka í heiminum, til børnini, frítíðarvirksemi, arbeiði, seg sjálvan osv.

Hetta eru spurningar, sum kunnu lýsa støðuna millum kynini.

Eitt annað evni, sum kom fram á fundinum, var forsturtøka og ættleiðing. Ber til – í hagtølum - at lýsa, um tað eru serligir bólkar av kvinnum, sum velja fosturtøku. Og ber til at siga nakað nærri um, hvussu støðan er hjá teimum, sum ættleiða.

Ognarviðurskifti millum mann og kvinnu eru heldur ikki lýst nakrastaðni í dag. Ein fólkateljing kundi givið upplýsingar um, hvussu støðan er. At seta spurningin beinleiðis kann vera at ganga summum ov nær, men ein fólkateljing kann geva týðandi hagtøl til at kanna hesi og onnur viðurskifti nærri.

Samansettar familjur

Støðan í húskinum, so sum hvør býr saman í familjunum, er ikki lýst nakrastaðni. Hvør arbeiðir hvar, og hvussu nógvar tímar verður arbeitt td. um vikuna ella um dagin.

Eldri manntøl – heilt aftur til 1801 – vísa, hvussu familjurnar í Føroyum hava verið samansettar. Samanberingar geva eina spennandi mynd av, hvussu gongdin hevur verið.

Fólkateljingin 2011 skal leggja ein nýggjan botn undir hagtølini, sum í framtíðini skulu lýsa føroyska samfelagið.

Nógv vóru gift

Á eini fólkateljing ber til fáa eina greiða mynd av, hvussu nógv liva saman og ikki eru gift, og hvussu nógv børn tey hava. Vit skulu heilt aftur til 1977 fyri síggja, hvussu støðan í Føroyum var á hesum økinum.

Sum dømi kann nevnast, at tá vístu tølini, at 85 prosent av sambúgvandi pørum vóru gift. Lítið man vera at ivast í, at hetta talið er broytt seinastu 33 árini.

Hesi úrslit frá 1977 eru at finna á heimasíðuni.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo