14/01/2011
Serlig lóg um manntal 2011
Innlendismálaráðið og fíggjarmálaráðið arbeiða í løtuni við uppskoti til lóg um manntal at leggja fyri Løgtingið.

Við lógaruppskotinum verður heimild givin at halda manntal í 2011. Ásett verður hvat spyrjast kann um, og at fólk hava skyldu at svara spurningunum. Eisini verður ásett, hvussu upplýsingarnar, sum koma í manntalinum, kunnu brúkast, og hvussu upplýsingarnar skulu goymast og varðveitast.

Endamálið við manntalinum er at gera ein neyva hagtalslýsing av Føroyum. Tí verður eisini sagt í uppskotinum til lóg, at ongar upplýsingar, sum fáast á manntalinum, kunnu brúkast til annað enn hagtøl.

Hagstova Føroya eigur allar upplýsingar og letur tær ikki til aðrar myndugleikar ella almennar skráir.

Øll hava atgongd til hagtølini, sum verða gjørd burturur upplýsingunum, men hagtølini verða almannakunngjørd soleiðis, at eingin kann kennast aftur, hvørki persónar ella húski.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo