05/10/2009
Orðastríð um navnið
Stóra átakið, har farið verður út í hvønn krók í Føroyum, hevur fingið navnið Manntal. Orðið skal skiljast sum ein hagtalshending, sum næstan øll lond í heimin hava.

Øssur Winthereig, kunningarráðgevi

Tað harmar okkum mikið, at navnið á hesi hendingini hevur fingið ilt í summi. Ætlanin hevur sjálvandi ongantíð verið at útihýsa nøkrum frá hesum tiltakinum.

Roynt var at finna eitt navn, sum var eitt navn fyri hendinga og sum ikki smalkaði átakið til eina einfalda teljing. Talan er um eina fólkateljing, men eisini um eitt nógv størri átak, sum skal tekna eina útgreinaða hagtalsmynd av Føroyum.

Hetta verður ein mynd, sum fer at standa fyri eftirtíðina, eins og allar fólkatleljingar síðani 1769 gera.

Bæði orðini vælkomin

Ætlanin hevur ongantíð verið at beina fyri orðinum fólkateljing, men heldur ikki fyri orðinum manntal. Í tilfarinum frá 1977, sum liggur her á heimasíðuni, verða bæði orðini brúkt. Sama er ætlanin hjá hesi verkætlan.

At mann í hesum høpi er maður, sum kanska merkir menniskja, hevur ongantíð verið við í okkara tankum. Manntal er søguliga navnið á eini hending.

Orðið manntal var eisini valt í eini roynd at geva hendingini søguligt høpi og binda aftur í søguligu gongdina. Ein fólkateljing av hesum slagnum er ikki ein sjálvstøðug einsamøll hending, men ein hending sum verður eitt mark í Føroya søgu. Somu hendingar hava higartil bæði itið manntal og fólkateljingar.

Í arbeiðinum at geva hesum átakinum navn, var eisini umhugsað at finna eitt heilt nýtt navn, men vit mettu, at hendingin skjótt kundi missa breiðu og søguligu merkingina. Og vit vildu hava eitt navn, sum vísti, at hendingin er annað enn at telja fólk.

At manntal eisini riggar væl til internet-heimasíðu og e-mail, taldi bara sama veg í valinum av navni.

Móðurmál

Móðurmálsorðabókin sigur um orðið:

manntal h 5 1 tað at telja íbúgvar (t.d. í landi el. á avmarkaðum øki), fólkateljing, skriva í ~; fyrsta manntalið í Føroyum var í 1769 2 (gl.) ikki ~ einki menniskja, ikki eitt mannkykt

Vit spurdu eisini málnevndina um teirra hugsan. Málnevndin hevur ikki viðgjørt fyrispurningin, men Marius Staksberg svaraði fyrispurninginum soleiðis:

Eg havi tosað við Jógvan í Lon, sum er formaður í Málnevndini, og vit samdust um, at tað er í lagi at brúka manntal fyri fólkateljing. Fyri stuttum var eitt líknandi mál um mannarættindi og menniskjarættindi, og tá mælti Málnevndin til at halda fast við mannarættindi.

Rætt er tað, at vit vóru ávarðað móti at velja navnið manntal, men valdi kortini at gera tað. Tí vit hildu og halda, at hending verður lýst betur við hesum orðinum.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo