Dømisskrivstovan í Leynum

31/10/2011
Næstan 200 fólk sett í starv
Næstan 160 teljarar og 16 dømisleiðarar eru sett í starv á Manntal.

Í næstu viku verða spurnabløðini til fólkateljingina borin í hvørt hús í landinum.

Landið er býtt í 17 teljidømi. Í hvørjum teljidømi er ein dømisleiðari og upp í 10 teljarar. Í alt eru 155 teljiøki, har ein teljari hevur ábyrgdina av at bera spurnabløðini út og koma aftur eftir teimum.

Haraftur at eru fólk sett at telja í felagsbýlum, tað veri seg røktarheim, sambýli og oðrir felagabústaðir.

Fólk eru eisini sett til snarlinjuna, sum svarar meginpartin av samdøgninum. Telefonnummarið er 80 2011.

 

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo