06/12/2011
Meiri enn 600 myndir frá 11.11.11
Myndirnar vera brúktar at lýsa, hvussu Føroyar sóu út hesa sjáldomu klokkutíð.

Undirtøkan fyri tiltakinum "Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11" var ovurhond stór.

Teir fyrstu tímarnar var trýstið so stórt, at fleiri fingu melding um, at villa var íkomin.

Sum dagurin leið og nakrar dagar eftri komu meiri enn 600 myndir inn, sum lýs, hvat føroyingar gjørdu, hvar teir vóru hendan fríggjadagin.

Myndirnar kunnu síggjast her www.1111.fo.

Nú er ætlanin at skipa myndirnar enn meiri. Tær verða brúktar í tí tilfari, sum verður almannakunngjørd, tá úrslitini frá fólkateljingini verða klár.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo