27/09/2011
Manntal søkir 155 teljarar
Føroyar eru býttar upp í 155 teljiøki, har ein teljarin hevur abyrgdina av einum øki.

Á manntalinum 11. november 2011 - 11/11-11 - fara 155 teljarar at ganga hús úr húsi at savna inn svaraðu spurnabløðini.
Hvørt hús í landinum fær fyrst í november eitt spurnablað, sum teljararnir koma
aftur eftir tríggjar tær seinastu vikurnar í november.
Manntal søkir nú 155 teljarar at arbeiða 3-4 vikur í november. Teljararnir verða
upplærdir um tagnarskyldu og um handfaring av spurnabløðunum í trúnaði. Upplæringin fevnir eisini um rættindi sambært mannarættindum og altjóða sáttmálum.
Hvør teljari hevur ábyrgdina av umleið 130 húskjum. Í alt vitja teljararnir eini
19.000 húski. Um onkur ynskir vegleiðing at svara spurnablaðnum, eru teljararnir eisini upplærdir til tað.
Fyrstu ferð síðani 1977
Landið verður býtt upp í 17 teljidømi við eini dømisstovu í hvørjum dømi. Dømisleiðarnir samskipa teljingina í døminum og hava ábyrgdina av, at svaraðu spurnabløðini hvønn dag verða goymd trygt undir lási.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1977, at skipað verður fyri fólkateljing í Føroyum.
Úrslitið verður ein neyv lýsing í hagtølum av, hvussu tað er at liva í Føroyum í
2011. Úrslitið kann brúkast hjá politikarum, fyrisiting, áhugafeløgum, granskarum, skúlum og annars øllum, sum hava áhuga í hagtølunum. Øll úrslit verða tøk hjá øllum samstundis. Ongar upplýsingar um einstøk fólk ella húski verða latnar øðrum myndugleikum Hagstova Føroya hevur evstu ábyrgd av manntali 2011.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo