07/09/2010
Manntal í Kina vekir áhugan fyri privatum rættindum
At halda manntal í Kina, har meiri enn 1,3 milliardir fólk skulu teljast, er ikki ein smávegis uppgáva. Nógv bendir á, at hesuferð verður enn verri enn tað hevur verið áður.

Seinastu árini hevur kinesiska stjórnin sett reformar í gildi, sum hava avmarkað ávirkanina hjá myndugleikunum á lívið hjá tí einstaka. Hetta hevur ført við sær, at nógvir kinesarar aftra seg at lata persónligar upplýsingar og upplýsingar um býlisviðurskiftini frá sær í ótta fyri, hvat stjórin nú man ætla at brúka teirra upplýsingar til.

”Samstundis sum Kina hevur ment seg sum samfelag, eru fólk vorðin alt meiri eym um løgfrøðiligar, persónligar og privatar upplýsingar.” sigur Ji Lin, varaborgarstjóri í Beijing við Assosiated Press. Varaborgarstjórin hevur eftirlit við teljingini í høuvðsstaðnum.

”Tá vit vóru eitt lítið land, var støðan ein onnur. Um politiið vildi kanna skrásetingarskjølini hjá einum kineskum húski, fór politiið bara inn uttan so mikið sum at banka uppá. Tað ber ikki til longur”, sigur hann.

Undanskráseting av húskjum

Manntalið í Kina verður í døgunum 1. til 10 . november. Í hesum døgum ganga sjálvboðin hurð av hurð í øllum Kina at skráseta, hvussu nógv eru í hvørjum húski. Tey sjálvbodnu skriva eisini niður telefonnummur, so teljararnir kunnu seta seg í samband við húskini, tá almenna teljingini byrjar.

Ein av truplleikunum at gera eina neyva teljin í Kina, er tær mongu milliónirnar av arbeiðsfólki, sum flyta frá skrásetingaradressunum heima til býirnar, har meiri arbeiði er at fáa.

Barn nummar tvey ikki skrásett

Ein annar trupulleiki eru børn, sum eru fødd í stríð við almenna politikkin, at hvørt par bara skal hava eitt barn. Hesi børn eru ikki skrásett nakrastaðni og hava tí onga løgfrøðiliga eyðmerking. Her er eisini talan um milliónir. Stjórnin hevur lovað, at høgu bøturnar fyri at fáa fleiri enn eitt barn, verða lækkaðar munandi, fyri at fáa børnini skrásett. Men higartil tykist hetta lyfti ikki at gera stóran mun.

Í Beijing hava íbúgvarnir aftrað seg at lova teimum sjálvbodnu inn ella at svara spurningunum frá teimum. Almennir kinesiskir miðlar hava lagt dent á, at teljararnir hava tagnaskyldu, men illgrunin liggur djúpt í mongum.

”Summi nokta, tí tey stúra fyri, hvussu stjórnin kann brúka upplýsingarnar at kanna, hvussu rík tey eru ella hvussu nógvar ognir tey eiga ella kansa vilja tey ikki at myndugleikarnir fáa vitan um teirra ”gráu inntøkur” ella mutur. Hesi fólkini eru ofta rík ella korrupt”, segði Liu Shanying, granskari í samfelagsvísundi.

At hesi stúra, er ikki heilt óskiljandi. Kinesiska hagstovan ætlar at brúka úrslitið av fólkateljingini at kanna ognarviðurskiftini í fleiri býum fyri at kortleggja, hvussu nógvar ognir spekulantar hava keypt, og hvussu nógvar nú standa tómar. Tað hevur almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua sagt.

Skráseta fólk við fartelefon

Kravið um at verja privatlívið hoyrdist eisini í Kina herfyri, tá myndugleikarnir fóru at krevja persónligar upplýsingar frá øllum, sum keyptu sær nýggja fartelefon. Myndugleikarnir siga, at endamálið er at steðga teimum støðugt vaksandi órógvismeylunum -  men fleiri halda, at myndugleikarnir í loyndum ætla at fylgja við borgarunum í landinum.

Aðrir kinesarar hava aðrar orsøkir at finnast at sjálvbodnu undan-kanningini.

Guo Ying, 31-ára gamal skrivstovumaður í Beijing, segði, at hann æltaði at luttaka, men ivaðist um tað var til nakra nyttu, tí hann væntaði ikki at úrslitið var serliga álitandi. Nógvir kinesarar stúra fyri, at almennu tølini eru yrkt fyri at breiða falskt bjartskygni í fólkinum.

”Ongin trygd er fyri, at endaliga úrslitið er rætt, tí nyttar so lítið at luttaka. Summi av tølunum sigast koma frá kanningum, men er tað satt. Nógv ivast. Fleiri ivast í í tølunum um brúkaratøl og bruttotjóðarúrtøku”, segði Guo, sum helt ein stuttan steðg frá skrivstovuarbeiðinum.

Flokkurin hevur ikki sama vald sum áður

Illviljin at vera við er so stórur, at nógv vilja als ikki lata hurðina upp fyri einum fremmandum. Í fleiri ártíggjur helt kommunistaflokkurin íbúgvarnar í føstum teymum og hevði eftirlit við øllum – heilt frá íbúðarviðurskiftunum til loyvi at giftast.

Síðani landið í 70-árunum legði seg á kapitalistiska bógvin, liva kinesarar meiri og meiri sum onnur fólk í ídnaðarlondunum: Tey ferðast aftur og fram til arbeiðis og búgva í friði í íbúðarbygningum.

”Eg búgvi einsamallur og hevði ikki latið hurðina upp fyri einum fremmandum. Kanska hevði eg latið hurðin upp, um tað var ein kvinna, men eg lati ikki hurðina upp fyri einum manni. Trygdin kemur fyrst, ha?” segði 25-ára gamli Yin Honglei, sum arbeiðir sum húsameklari.

Politiið kann lúgva seg inn til fólk

Sagt er, at minst ein andstøðingur er tikin av politinum á tann hátt, at politiið bankaði uppá og segði seg vera sjálvbodnar teljarar i undan-kanningini.

Xie Zhaoping, sum herfyri gav eina bók út sum fanst at tvingsilsflytingum í Shaanxi-landspartinum, var sligin niður, lagdur í handjørn og fluttur burtur. Kona hansara Li Qiong sigur við The Associated Press, at sjey sivilklæddir politistar bankaðu á dyrnar og søgdu seg vilja kannað býlisviðurskiftini hjá familjuni.

Gu Yili frá Fólkateljingarskrivstovuni kveistrar allar atfinningar til viks um, hvussu tølini verða brúkt og um at nakar ger seg inn á privatlívið hjá fólki. Nærum øll stuðla teljingini, tí tey vita, at hon er neyðug fyri at stinga landsins politik út í kortið fyri næstu árini., segði hon.

Kelda: Assosiated Press

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo