26/01/2010
Manntal framleiðir navnleys hagtøl
Á fólkateljingini næsta ár verða spurnabløð við navni á send øllum sum búgva í Føroyum. Ein løgtingslóg skal tryggja, at eingin verður kendur aftur í teimum hagtølum, sum verða almannakunngjørd.

Hagtøl snúgva seg ofta um persónar, men tá er tað altíð bólkar av persónum – ongantíð um einstaklingin. Í hagtølunum skulu øll vera navnleys – eingin skal kennast aftur. Tað skulu øll líta á. Men fyri at gera hagtøl, er sum oftast neyðugt at fylgja við, hvat tann einstaki ger. Tað er avgerandi, at vitan um tann einstaka bert verður brúkt til at gera hagtøl og ikki fer víðari.

Eyðkenni við hagtølum er, at tey snúgva seg um bólkar. Hagtøl um inntøkur kunnu vísa, hvussu stórur bólkurin er, sum tjenar millum 300.000 og 400.000 ella hvat meðal inntøkan er í einum býi ella eini bygd. Slík hagtøl siga einki um tann einstaka persónin. Í hagfrøðini hava nøvn á einstaka persóninum ongan áhuga.

Summi gloyma at svara

At brúka navnleys spurnabløð kundi kanska havt onkrar fyrimunir við sær. Summi høvdu kanska kent seg tryggari, so svarini blivu rættari ella erligari. Serliga tá talan er um persónligar spurningar.

Men royndirnar vísa, at tað ber ikki til at gera hagtøl við navnleysum spurnabløðum. Tá teljararnir koma eftir spurnabløðunum, verður neyðugt at fylgja við, hvør hevur svarað. Vanligt er, at fleiri svara ikki í fyrsta lagi. Summi gloyma tað ella hava ikki havt tíð. Fleiri skulu minnast á at svara, og tá er neyðugt at vita nøvnini á teimum.

Um teljararnir ikki hava møguleika at minna fólk á at svara, er sannlíkt at nógv høvdu ikki svarað, og úrslitið av fólkateljingini hevði ikki nyttað nakað.

Samanbera hagtøl við aðrar skráir

Spurt verður bara um upplýsingar, sum ikki kunnu fáast aðrastaðni og um upplýsingar, sum svararin veit í eini handavending.

Í hagtalsarbeiði ber til at fáa aðrar upplýsingar úr øðrum skráum, eitt nú TAKS. Í hesum arbeiði má bera til at knýta svarini frá fólkateljingini saman við upplýsingum úr øðrum skráum.

Her er umráðandi við eini lóg, sum tryggjar borgaran, at upplýsingar sum verða givnar á einum manntali, ikki fara á aðrar hendur. Galdandi lóg um hagtøl tryggjar longu, at eingin almennur myndugleiki ella onnur sleppa fram at upplýsingunum, sum verða brúktar til hagtøl.

Svarini frá manntalinum verða skrivað inn eina serliga svarskrá ella løgd í ein dátagrunn. Tá øll svarini eru løgd inn, ber til at gera hagtøl, har eingin kann kennast aftur.

Í teimum førum har hagtølini frá manntalinum skulu setast saman við hagtølum úr øðrum skráum – eitt nú TAKS -, er eisini neyðugt at kunna finna persónin aftur.

Ein løgtingslóg skal tryggja, at upplýsingarnar sum koma inn á manntalinum ikki kunnu brúkast til annað enn hagtøl.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo