01/04/2011
Lógin um manntal væl móttikin
Løgtingið hevur havt fyrstu viðgerð av uppskoti til lóg um manntal. Stór undirtøka var fyri lógaruppskotinum.

Mitt í politiska meldrinum um játtanarkarmar og samgongualit, kom lógaruppskotið um manntal 2011 til viðgerðar í løgtinginum.

Anita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum tóku orðið, umframt landsstýrismannin í fíggjarmálum Aksel V. Johannesen.

Allir løgtingslimirnir tóku undir við uppskotinum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, segði millum annað:

 

"Ein fólkateljing er ein rættuliga umfatandi heildarlýsing av samfelagslívinum sum heild, og ein neyv lýsing av leiklutinum og støðuni hjá ymsu bólkunum av borgarum í landinum."

Og nevndi týdningin av einum manntali fyri eitt pinkuland:

"Sum pinkalítið land eru Føroyar og føroyingar ikki eins væl lýst í hagtølum, í mun til hvussu væl og hvussu títt størri lond og borgarar tess eru lýst og greinað. Tað er øðiliga stórur munur á hvussu væl hini stóru norðurlondini eru lýst í hagtølum og hvussu Føroyar eru lýstar."

 

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo