14/05/2010
Fyrstu spurnabløðini roynd
Fyrsta uppskotið til spurnabløð til manntalið verður nú roynt.

Arbeiðið at gera spurnabløð til manntalið er nú komið so mikið áleiðis, at tey fyrstu fólkini eru biðin um at royndasvara teimum.

Allar royndir vísa, at tað er sera trupult at gera spurningar, sum øll skilja á sama hátt. Longu eftir, at tey fyrstu hava royndarsvarað, eru uppskot komin um fleiri broytingar.

Í hesum fyrsta spurnablaðnum eru 40 spurningar til einstakliingin, 10 spurningar um húskið og 15 um býlið.

Fyrstu royndirnar vísa, at ein familja upp á fýra fólk brúkar umleið ein tíma at svara øllum spurningunum. Tað bendir á, at talið á spurningum er á einari leið. Ein vandi við so umfatandi teljing er, at fólk møðast á hálvari leið og tíma øgiliga illa at svara øllum spurningunum. Um so er, kann tað hava við sær, at fólk heldur skunda sær at svara enn at gera sær ómak at svara rætt.


Ætlanin var at halda eina størri royndateljing í november í ár, men umbønin frá fíggjarmálaráðnum um eykajáttan var ikki við í uppskotinum til eykafíggjarlóg, sum var løgd fyri tingið mikudagin 12. mai. So í løtuni er ivasamt nær royndarteljingin verður.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo