Teljarar læra seg spurnablaðið, áðrenn farið verður út í teljiøkini.

22/11/2010
Ferð er komin á innsavningina av spurnabløðum
Teljaratoymið hevur nú arbeitt í eina góða viku, og fríggjadagin 19. november var umleið ein triðingur av spurnabløðunum komin innaftur.

Eitt fyribils yvirlit yvir tey 10 teljiøkini í royndarteljingini vísir, at tað gongur væl at savna spurnabløðini innaftur. Fríggjadagin 19. november var umleið ein triðingur av spurnabløðunum komin inn. Í summum teljiøkjum væl meiri enn tað.

Summir teljarar hava fingið yvir 10 spurnabløð inn eftir einum seinnaparts- og kvøldtúri. Hetta er meiri enn vit hildu var gjørligt.

Ein trupulleiki hevur verið, at útberingin av spurnabløðunum ikki riggaði, so væl sum hon skuldi. Teljarar eru í fleiri førum komnir á dyr hjá fólki, sum einki spurnablað høvdu fingið. Í teimum førum fær húski eitt spurnablað, og teljararnir noyðast at koma aftur seinni.

Góð undirtøka

Undirtøkan millum fólk hevur verið framúr góð. Tó hava einstøk húski sýtt fyri at vera við. Summi tí tey vilja bíða til stóra manntalið næsta ár, og onnur hava bara sagt, at tey ikki ynskja at vera við. Royndarteljingin er fulkomuliga sjálvboðin, so teljararnir staðfesta bara um onkur ikki vil vera við.

Royndarteljingin heldur fram til 30. november. Um øll spurnabløðini ikki eru fingin innaftur tann dagin, so er mest sannlíkt at teljingin steðgar tá, og eftirmetingin byggir á útslitið tann 30. november.

Longu nú eru fleiri mannagongdir broyttar ella uppskot eru komin um batar.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo