Fimm teljiøki eru vald í Norðuroyggjum

Fimm teljiøki eru vald í Suðurstreymoy

22/09/2010
1300 húski vald út til royndarteljingina
Fyrireikingin til manntalið 2011 er komin har til, at klárt er at skipa fyri royndarteljing í november í ár.

Fyrst í november fáa umleið 1300 húski í landinum sendandi eitt spurnablað við eini áheitan um at vera við í royndarteljingini undan manntalinum næsta ár.
Í spurnablaðnum eru 47 spurningar til hvønn persón í húskinum. Harafturat eru 9 spurningar um húskið og 15 spurningar um býlið.
Tíggju teljiøki eru vald út til royndarteljingina. Fimm í Norðuroyggjum og fimm í Suðurstreymoy. Ein teljari fær ábyrgdina av hvørjum teljiøki.
Royndarteljingin verður skipað soleiðis, at eftir at húskini hava fingið spurnablaðið, kemur ein teljari á gátt eftir tí útfylta spurnablaðnum. Teljarin kann eisini vegleiða við útfyllingini, um ivar eru.
Væntandi hevur teljarin savnað øll spurnabløðini innaftur eftir trimum vikum.

Neyðugt við royndarteljing
Ein fólkateljing er so stórt átak, at hon kann ikki gerast, uttan eina royndartelj­ing. Allar royndir uttanlands vísa, at ein fólkateljing lættliga kann fara fyri skeyti, um eingin royndarteljing verður hildin.
Á royndarteljingini skulu allir liðir í teljingini roynast. Frá prenti og útbering av spurnabløðum til útfylling, innsavning og eftirviðgerð.
Eingi almenn hagtøl verða gjørd burtur úr royndarteljingini.
Manntal skal brúka 10 teljarar til royndarteljingina og 2 dømisleiðarar, ið skulu samskipa teljingina í teimum báðum teljidømunum - Norðuroyggjum og Suðurstreymoy. Tey sum eru áhugað at átaka sær starv sum teljarar kunnu seta seg í samband við Manntal.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo