Fimm teljiøki í Norðoyggjum fáa í dag spurnablað til royndarteljingin hjá Manntali

Eisini í Havn eru fimm teljiøki, sum fáa spurnabløð borin í dag

05/11/2010
Spurnabløðini borin út í dag
Royndarteljingin í gongd

Spurnabløðini til royndarteljingina verða borin út í dag. Posta ber spurnabløð til meiri enn 1300 húski í Norðoyggjum og Havnini.

Teljidagurin er hósdagin 11. november og dagarnar aftaná, koma teljarar framvið eftir svaraðu spurnabløðunum. Í summum førum ringja teljararnir og avtala nær best er at koma eftir spurnabløðunum.

Tað er ikki skylda at svara spurnabløðunum í royndarteljingini, men vónandi halda fólk tað verða spennandi og forkunnugt at luttaka í hesi søguligu hending.

Úrslitið av royndarteljingini verða ikki brúkt til almenn hagtøl, men til innahýsis hagtøl og til fyrireiking av stóru fólkateljingini næst ár.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo