Til dømis kann onkur vera á veg til Føroya í flogfarinum - tak eina mynd har tú ert.

09/11/2011
Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11
Manntal skipar fyri at so nógv sum gjørligt eru við at lýsa fríggjadagin 11. november í myndum.

Til stuttleika skipar Manntal fyri tiltakinum “Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11”.

Vit heita á øll um at taka eina mynd, sum lýsir, hvat vit gjørdu og hvar vit vóru hendan dagin kl. 11.11.

Manntal hevur valt 11. november sum teljidag og úrslitið av fólkateljingini verður ein neyv lýsing í hagtølum av, hvussu tað er at liva í Føroyum.

Eisini kundi tað verið áhugavert at gjørt eina myndalýsing av hesum sama degi. Tí heitir Manntal á fólk – ung sum gomul – at taka eina mynd og senda hana inn umvegis okkara heimasíðu www.manntal.fo.

Myndin verður góðkend og síðani løgd beinleiðis út á heimasíðuna www.1111.fo.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo