01/12/2010
Royndarteljingin er lokin
10 teljarar hava seinastu tríggjar vikurnar gingið hús úr húsi í 10 økjum í Norðoyggjum og í Havnini at savna spurnabløð inn.

Royndarteljingin, sum hevur verið í tríggjar vikur, endaði týskvøldið.
1300 húski hava verið við. Tá stóra fólkateljingin verður í november
næsta ár skulu øll umleið 19.000 húskini í landinum verða við.
Royndarteljingin skuldi millum annað vísa, hvussu útberingin riggaði, hvussu
stór tey einstøku teljiøkini kunnu vera, og hvussu langt innsavningartíðarskeiðið
eigur at vera.

Hava verið á øllum hurðum
Royndirnar higartil hava víst, at summi øki helst hava verið í størra lagi. Hvør
teljari hevði umleið 150 húski. Teljararnir hava verið á hurðini í øllum húsum, men rukku ikki húskjunum í øllum húsum.
Tey húski, sum ikki eru rokkin seinastu tríggjar vikurnar fáa ein brævbjálva frá Manntal, har heitt verður á tey at senda svaraða spurnablaðið inn.

Innsavning gingið væl
Tað hevur gingið væl at fáa spurnabløðini innaftur, hóast tað hevur verið sjálvboðið at svara spurningunum. Innkomnu spurnabløðini skulu nú eftirviðgerast.
Eingi almenn hagtøl verða gjørd burtur úr royndarteljingini. Talan er um at fáa
kunnleika um, hvussu best er at gera 11-11-11, tá alt landið skal skrivat í manntal.
Trygdarmannagongdirnar skulu eftirmetast, og eisini innihaldið í spurnablaðnum
skal gjøgnumgangast av nýggjum.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo