02/11/2011
Nøkur ideologiskt eyðkenni við manntalinum

Styrkir fólkaræðið

Ein fortreyt fyri sunnum fólkaræði er vitan. Eitt nú skúli, útbúgving og miðlar eru partar, sum føra vitan inn í samfelagið. Manntal verður eisini ein partur av fólkaræðisligu tilgongdini. Vitan um, hvussu samfelagið veruliga virkar á ymiskum økjum, ger okkum betur før fyri taka lut í fólkaræðinum og at "halda maktini í teymunum".

Tryggjar breiða grundvitan

Úrslitið av einum manntali er óheft. Tað eru hagtøl, sum bara eru har. Tískil  er eitt manntal ikki bara sett upp eftir, hvørja nyttu tað hevur við sær her og nú. Har er ein rúgva av grundvitan ella hagtølum, sum í fyrsta lagi kunnu tykjast nyttuleys. Men tað sum í dag er nyttuleys vitan, kann um nøkur ár verða ein fortreyt fyri vitan ella hagtølum, sum vit fáa brúk fyri.

Tryggjar plussvitan

Vitan frá manntalinum ger tað møguligt at síggja ting í størri samanhangi, t.d. knýti millum útbúging og onnur viðurskifti, millum kyn og onnur viðurskifti, millum aldur og onnur viðurskifti. Sum dømi kunnu vit siga at vit kenna hvussu nógvar knallertir eru í Føroyum, men vit vita ikki hvat tær vera nýttar til. Manntalið lýsir tað breiða høpið millum húski, bústaðin og onnur viðurskifti, ið samlað siga heilt nógv um hvussu tað er at vera føroyingur og búgva her.

Felagsfatan og mýtur um føroyingin

Har eingin vitan er, noyðast vit at gita ella meta um ella einki siga. Ofta eru myndirnar av veruleikanum, sum vit gera okkum óneyvar ellar beinleiðis skeivar. Misfatan kann vera til at íspinna sleygisøgur. Vit hava hug at flyta vitan um einstøk fólk yvir á fjøldina, t.d. einstakir uppihaldarar eru so og so, akademikarar, bygdamenn, havnarmenn, sjómenn osfr eru so og so. Her kann eitt manntal køva tær algongdu rangmyndirnar, sum vit hvør í sínum lagi hava gjørt, ella sum av eini ella aðrari orsøk eru vorðnar góðkendir ”samfelagssannleikar”.

Hinvegin kemur manntalið eisini fram við upplýsingum, sum geva okkum eina grundleggjandi felagsfatan – um hvørjum felags karmi vit virka í.

Eitt altjóða ST-átak

Fólkateljingin 2011 er ein partur av eini ST-verkætlan. Altjóða samfelagið undir ST-leiðslu heitir á øll lond um at halda fólka- og býlisteljingar.

Endamálið er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu heimurin sær út. ST heitir á lond um at halda fólka- og býlisteljingar 10-unda hvørt ár.

Hendan fólkateljingin verður skipað eftir ST-leisti, so samanberingar við onnur lond verða miðvísari og rættari.

Um vit politiskt velja at lúka ávís altjóða krøv, so eru hagtølini tøk hjá politisku skipanini at arbeiða út frá.

Lýsir pinkusamfeløg

Eitt er, at vit kunnu samanbera okkum vit restina av heiminum, men vit kunnu eisini vera við at lýsa, hvussu pinkulond eru skipað, og hvat eyðkennir tey. Hetta er vitan, sum bara pinkulond kunnu útvega. Og vit kunnu eisini vísa, at eitt pinkuland megnar at halda eitt manntal og vera partur av altjóðasamfelagnum.

Letur ei søguna doyggja

Eitt manntal lýsir eitt ávíst tíðarskeið í søguni fyri okkara eftirkomarum. Vit kunnu siga, at talan er um eina løtumynd av samfelagnum – sum ein familjumynd, sum verður stuttligari og meiri spennandi, sum tíðin líður.

Í gomlum fólkateljingum síggja vit, hvussu nógvar arbeiðskonur vóru í teimum ymsu húskjunum. Kanska fer onkur um 100 ár at undra seg yvir, hvar arbeiðskonurnar blivu av – ella kanska eru tær enn onkustaðni.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo