02/10/2009
Nær, hvar og hvør skal teljast?
Manntal verður hildið í 11. november 2011 og verður samstundis kring alt landið. Øll hava skyldu at svara spurnablaðnum.

Hvørt einasta húskið fær eitt spurnablað borið út.

Spurnablaðið er býtt í tríggjar partar. Ein um býlið, ein um húski og ein um persónarnar í húskinum.

Nakrar dagar eftir, at húskini hava fingið spurnablaðið, kemur ein teljari eftir spurnablaðnum. Tá ber eisini til at fáa hjálp at fylla spurnablaðið út.

Øll, sum búgva ella eru í Føroyum fríggjadagin 11. november 2011 vera tald. Fyri at lýsa hvussu húskini eru sett saman, verða fólk tald har tey búgva, og ikki har tey eru skrásett í Fólkayvirlitinum.

Fólkateljingin hyggur ikki eftir, hvat fólk eru skásett í Fólkayvirlitinum, men bara hvar fólk búgva. Tá avgerandi reglan fyri einum manntali er, at ongar upplýsingar flóta víðari til aðrar myndugleikar, so verður heldur ikki boða frá nakrastaðni, um fólk búgva aðrastaðni enn tey eru skrásett.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo