02/11/2011
Hvat vita vit lítið um í Føroyum?
Manntal gevur okkum vitan um týdningamikil viðurskifti, sum vit ikki kenna so væl. Í summum førum kenna vit lítið og einki til tey og vit fáa ikki samanborið okkum við onnur lond.

Húskini

Vit vita nakað um einstaklingarnar, hvussu nógvir einstaklingar, ið búgva í Føroyum, hvussu inntøkurnar hjá einstaklingum er osfr. Men vit kenna ikki húskini. Vit vita ikki, hvussu nógvar familjur eru í Føroyum.

Vit vita, at tann føroyska familjan er broytt síðani seinasta manntal, tá vóru mest sum allar familjur kjarnufamiljur, hjún og børn. Hvussu nógvir stakir uppihaldarar eru, hvussu nógv liva uttanfyri hjúnarband, hvørji onnur sløg av húskjum hava vit og hvussu er talbýtið? Vit vita, at støðan er øðrvísi, men ikki hvussu nógv øðrvísi hon er.

Ein týdningamikil ábending um vælferð er hvussu tann føroyska húsarhaldsinntøkan er, hesa kenna vit ikki.

Bústaðarmarknaðurin

Vit vita, at vanligi búformurin eru sethús, ið fólk eiga og samstundis at fleiri kundu hugsa sær alternativar bústaðarmøguleikar. Meira vita vit sum so ikki. Vit kenna ikki sjálvan bústaðarmassan. Vit vita ikki, hvussu nógv, ið búgva til leigu og hvat slag av leigubústaði hetta er.

Vit vita ikki, hvussu nógvar fermetrar føroyingurin í meðal býr, hvussu bústaðurin verður upphitaður. Osfr.

Útlendingar í Føroyum

Yvirhøvur kenna vit sera lítið til útlendingar í Føroyum.

Hvussu nógvir útlendingar búgva vanliga her, hvat gera teir á arbeiðsmarknaðinum, hvussu er við útbúgvingum og førleikum hjá hesum?

Útbúgvingar og førleikar

Vit halda, at føroyingar eru væl útbúnir, men vita tað ikki ordiliga, samanborið við onnur lond. Vit kenna nakað til útbúgvingar, hjá pørtum av borgarunum. Vit vita, at væl av útbúgvingum eru tiknar í Danmark og at fleiri og fleiri taka útbúgving aðrastaðni, men vit kenna ikki heildarmyndina.

Vit kenna ikki til samlaða skaran av útbúgvingum, hvat slag tær eru, innan hvørji øki tær eru, hvussu høgar tær eru, hvar tær eru tiknar osfr hjá øllum føroyingum, yngri og eldri.

Vit fáa ikki hugt at hvussu býtið er í mun til kyn aldur osfr.

Arbeiðsmarknaður

Vit hava yvirskipaði tøl um arbeiðsmarknað, um arbeiðsloysi osfr.

Men vit hava ikki djúptøkna vitan um hesi viðurskifti, ið geva nærri vitan um førleikar, vinnurák osfr. Vit kenna ikki neyvt hvussu føroyingar býtast á alskyns sløg av vinnugreinum, hvørjar leiklutir fólk hava á arbeiðsplássinum osfr.

Javnstøðu, kvinnur og arbeiði

Vit vita, hvussu nógvar kvinnur eru á tingi, og hava ábendingar um at færri kvinnur enn menn sita í hægri leiðslustørvum. Men hyggja vit nærri at javnstøðuspurninginum tørvar okkum vitan. Vit megna ikki at samanbera okkum við onnur lond, tí eingi hagtøl eru. Vit kenna avmarkað til arbeiðsstøðuna, hjá kvinnum samanborið við menn. Um vit taka allar vinnur, hvussu er kynsbýtið? Um vit hugsa um leiðsluuppgávur yvirhøvur, hvussu er býtið millum kynini? Vit kundu hugt nærri at arbeiðstímum osfr.

Pendling

Vit vita, at støðan broytist, at tað er fleiri og fleiri fólk, ið ferðast frá sínari heimbygd ella sínum heimstað til annað stað at arbeiða. Og vit vita at nógv nýta egnan bil.

Men vit kenna ikki nærri til hvussu nógva tíð fólk brúka at ferðast til arbeiði. Vit kenna ikki nærri til hvønn flutningshátt fólk nýta.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo