02/10/2009
Hvat verður spurt um?
Í spurnablaðnum verða umleið 60 spurningar. Allir spurningar skulu lýsa viðurskifti, sum ikki kunnu fáast til vega aðrar vegir.

Spurnablaðið er býtt í tríggjar partar. Um húskið, um býlið og um einstaklingin.

Spurningarnir um húskini skulu vísa, hvussu húskini eru sett saman, hvør býr saman í einum húski og eitt sindur um, hvussu húski livir.

Spurningarnir um býlið skulu vísa, hvussu vit búgva. Eiga vit ella leiga vit. Hvussu nógv pláss hevur hvør persónur í meðal. Hvørjar hentleikar hava býlini.

Triðji parturin er um einstaklingini. Tað er tann størsti partur - næstan 50 spurningar. Teir snúgva eitt nú um familjuviðurskifti, arbeiðsstøðu, útbúgving, heilsu og átrúnað.

Eitt eyðkenni við spurningunum er, at fólk eiga at kunna svara beinanvegin uttan at neyðugt er at fara at leita eftir upplýsingum. Spurt verður ikki nær og spurt verður heldur ikki um meiningar ella ætlanir. Spurt verður bara um viðurskifti, sum øll eiga at kunna svara upp á standandi fót.

Sjálvboðið er at svara spurningunumr um átrúnað.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo