02/11/2011
Hvat ST yvirskipað sigur um Manntal
Øll londini í heiminum fremja hetta javnan, við 5-10 ára millumbilum.

Manntal gevur neyv hagtøl um íbúgvar, húski og býli í einum avmarkaðum øki ella einum ávísum aldursbólki. Bert við eini fólkateljing ber til at lýsa viðurskiftini í minstu smálutir, tí komið verið í hvønn krók. Ein fólkateljing finnur eisini sjáldsom fyribrigdi, meðan ein spurnakanning til eitt úrval av landsins íbúgvum ikki røkkur út til hvønn einstakan persón og hvørt hús og hvørja bygd.

Í Manntalsumfarinum 2010-2014  eru einans seks lond, ið ikki eru við. Hesi londini megna snøgt sagt ikki at fremja hetta krevjandi átak orsakað av kríggi og fátækradømi. Meira enn helvtin av heimins londum hava longu hildið manntal.

Norðurlond og nøkur onnur lond eru farin frá siðbundum mátum við spurnabløðum, tí at so góðar skráir (fólkayvirlit, virkisskrá, býlisskrá osfr) eru við dagførdum upplýsingum at gera hagtøl úr.  Hesi lond kunnu dagføra hagtølini meira javnan. Danmark var fyrsta landið, ið skifti yvir til hagtøl úr  skráum, tað var í 1970.

Vitan er lyklaorðið

Vit hoyra oftani um búskapar- útflutnings- og onnur hagtøl í almenna kjakinum. BTÚ, útflutningur og innflutningur, handisjavna, prístal osfr.  Hesi ting kenna vit hampuliga væl til í Føroyum.

Manntalið gevur vitan um fólkið í samfelagnum, húskini og livikorini. Vitan um sosiala mynstrið.  Í Føroyum kenna vit lítið og einki til hetta, annað enn tað vit kunnu eygleiða okkum til í dagligdegnum og annars gita okkum fram til.

ST vísir á nøkur heilt yvirskipaðu aðalmál við hesari vitan.

Vitanin styrkir fólkaræðið

Ein fortreyt fyri sunnum fólkaræði er vitan. Eitt nú skúli, útbúgving og miðlar eru partar, sum føra vitan inn í samfelagið. Manntal verður eisini ein partur av fólkaræðisligu tilgongdini. Vitan um, hvussu samfelagið veruliga virkar á ymiskum økjum, ger okkum betur før fyri taka lut í fólkaræðinum og at "halda maktini í teymunum".

Vitanin skapar fortreytir fyri samfelagsbýtinum

At samfelagið kann býta sítt tilfeingi/sítt ríkidømi út í økini og til partarnar í samfelagnum við støði í faktisku støðuni og tørvinum í samfelagnum.

Vitanin kann styrkja landsins ætlanir og politikk

At skapa fortreytir fyri væl grundaðum avgerðum (evidence based decisionmaking).

At øll tey sum skipa fyri landins viðurskiftum, leggja til rættis og taka avgerðir hava góðar fortreytir, vitan at grunda ætlaninar á. Her verður hugsað um øll stýris- og leiðslulið; á landsstigi (landsstýri og løgting), í einstøkum landsfyrisitingum og stovnum (Nærverk og Almannastova, Jarðfeingi, Umhvørvisstova, í kommunum osfr.) og á kommunalum stigi.

Vitanin styrkir undirvísingina og granskingina í landinum

Fyri at kunna undirvísa um egin samfelagsviðurskifti, fólk og sosial viðurskifti krevst vitan um støðuna. Vitan frá manntalinum er grundleggjandi fyri landsins undirvísingartilfar og harvið sjálva undirvísingina.

Granskingin í landinum um sosisalu viðurskiftini, fólkaræðið, stýrisskipanir osfr hevur tørv á grundleggjandi vitan, hagtølum, fyri at vera munadygg.

Granskingin og undirvísingin í einum landi er yvirhøvur fortreyt fyri samfelagsmenningini.

Vinnuvitan

Hagtøl frá manntalinum vera aðrastaðni nýtt í stóran mun av vinnuni. Serliga tá fyritøkur skulu finna sær starvsfólk, gevur vitanin um útbúgvingar og førleikar ábendingar, í mun til hvar fyritøkan skal vera, hvussu leitast skal eftir starvsfólki osfr.

Vitanin er eisini eitt tøkt amboð tá marknaðarkanningar skulu gerast.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo