02/11/2011
Dømi um nyttuvirði í manntalinum

Mennir gransking

Í fólkaræðishøpi og menningarhøpi er gransking ein háttur at læra um v erandi og kanska framtíðar viðurskifti. Alt granskingarumhvørvið í Føroyum spyr eftir dagførdum hagtølum. Serliga verður hugsað um samfelags- og sosialgransking, har stórur tørvur er á hagtølum. Her ereisini talan um gransking, sum eingin annar kann gera fyri okkum.

Betri grundarlag at taka avgerðir

Við at hava nágreinilig hagtøl fyri Føroyar sum heild og smá landafrøðilig umráði og smáar samfelagsbólkar, ber til hjá politisku myndugleikunum at taka avgerðir, ið eru próvgrundaðar. Vitanin kann nýtast í fleiri høpum, innan ymsar politikkir t.d.:

Sosialpolitikkurin snýr seg um at hjálpa og lætta um hjá teimum sum onkursvegna ikki eru so væl fyri búskaparliga ella á annan hátt.  Henda hjálpin kann vera beinleiðis sosialar fíggjarligar veitingar, ella aðrir hættir at lætta um útreiðslurnar hjá viðkomandi. Hjálpin kann eisini vera sum stuðulstilboð, fysiskir karmar, førleikamenning osfr.

Sosiala játtanin er stórur partur av fíggjarlógini, men vitanin um tørvin er avmarkað. Fyri at snikka henda politikk og fyri at síggja fíggjarligu fylgjurnar er neyðugt við vitan um føroyska húski.

Tá kommunur og land skulu snikka almennar grundtænastur, skúla, barnaansing osfr er vitanin um fólkaspjaðingina, pendling og annað gott amboð fyri at fáa sum best burturúr.

Bústaðarpolitikkurin snýr seg millum annað um at skapa karmar og at menna ítøkilig bústaðartilboð. Vitanin um bústaðarmassan er gott grundarlag at arbeiða út frá. Og vitanin um húskistalið og húskissamansetingina sigur beinleiðis nakað um tørvin á alternativum bústaðum.

Samferðslupolitikkurin snýr seg um at viðlíkahalda og útbyggja veganet og annað samferðsluinfrakervi. Breiða vitanin frá manntalinum yvirhøvur gevur karmar til planlegging meðan neyv vitan um t.d. pendling sigur nakað beinleiðis um tørv, slit osfr.

Skúlapolitikkurin snýr seg um innihald, t.e. hvørjar førleikar og breiða menning samfelagið leggur í síni børn og eisini um at tryggja atgongd, at velja hvar tilboðini skulu vera og hvussu tey skulu samskipast. Manntalið vísir á viðurskifti, ið hava við flutning at gera, hvussu fólk flyta set til arbeiðis, í skúla osfr.

Skúlapolitikkur snýr seg eisini um at tryggja góð undirvísingaramboð til fólka og miðámskúla. Tá tað snýr seg um samfelagsvend fak, manglar okkum undirvísingaramboðini, millum annað tí at vit ikki kenna sosialu støðuna hjá okkum sjálvum.

Granskingarpolitikkurin setir út í kortið satsningsøki og skapar karmar fyri granskingarstovnarnar.  Granskarum tørvar data at arbeiða við, óansæð hvør granskingargreinin er. Tá tað snýr seg um føroyska, samtíðar samfelagsgransking er ein stórur trupulleiki at okkum manglar data.

Veitir áhugafeløgum vitan

Væntandi fara áhugafeløg at taka upplýsingar til sín. Tað veri seg fakfeløg, frítíðarfeløg og annars áhugafeløg av ymsum slag. Bæði fyri at lýsa egin áhugamál, men eisini fyri at sannføra politikarar um at hyggja eftir veruligu støðuni, tá lógir skulu smíðast.

Mennir møguleikarnar hjá vinnuni

Vinnulig frambrot byggja á hugskot, og ein fortreyt fyri at menna hugskotini til gevandi vinnu er vitan. Hagtøl úr eini fólkateljing kunnu vísa á ymsar tørvir, ið geva vinnuni nýggjar møguleikar. Hagtøl úr eini fólkateljing geva eisini vinnuni eina mynd av arbeiðsmarknaðinum og verandi førleikum sum heild.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo