02/10/2009
Alt í trúnaði
Øll vitan, sum kemur inn á einum manntali verður bert brúkt til hagtøl.

Øll vitan, sum fæst á manntalinum verður viðgjørd í størsta trúnaði. Allar upplýsingar verða innanfyri veggirnar á Hagstovu Føroya og kunnu ikki latast øðrum myndugleikum ella stovnum, sum annað enn hagtøl.

Hagstovan má ikki lata upplýsingar ella tøl, har tann einstaki borgarin kann kenna seg ella onkran annan aftur. Heldur ikki húskini ella býlini mugu kunna kennast aftur í hagtølunum.

Alt tilfarið verður goymt undir tryggum eftirliti. Alt arbeiðið við spurnabløðum verður gjørt eftir serligari lóg um fólkateljing, sum løgtingið hevur samtykt.

Lógarviðgerðin í løgtinginum sæst her.

Strang krøv vera sett til tey, sum hava spurnabløðini um hendi, at tey skulu goymast forsvarliga og undir ongum umstøðum takast heim við. Teljarunum verður við lóg álagt tagnarskyldu.

Spurnabløðini verða latin Landssjalasavninum í varðveitslu eftir teimum lógum, sum eru galdandi fyri Landsskjalasavnið.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo