16/05/2011
27-5 fyri lógini um manntal
Løgtingið samtykti við triðju viðgerð lógaruppskotið um manntal 2011 við greiðum meiriluta.

Tá avtornaði var stór undirtøka fyri at halda manntal í Føroyum í november í ár. Tá trýstast skuldi á knøttarnar vóru 28 ja og 4 nei.

Fíggjarnevndin hevði býtt seg í ein meitiluta og tveir minnilutar.

Meirilutin skeyt upp, at alla staðni, har orðini “løggildur teljari” vóru nevnd, blivu tey broytt til góðkendur teljari.

Meirilutin broytti eisini greinina um upplæring nakað, so teljarnir eisini skulu hava upplæring í rættindum og skyldum hjá ávíkavist myndugleikum og borgarum, eisini rættindi sambært mannarættindum og altjóða sáttmálum.

Orðini “koma á gátt” sum nógv kjak stóðst av eru nú broytt til “koma til dyrnar”.

Minnilutarnir skutu upp, at tað skuldi verða sjálvboðið at vera við í fólkateljingini, at spurnabløðini skulu fyribeinast, um ikki svararnir skrivliga gav loyvi til, at tey vóru goymd á Landsskjalasavninum. Og ein minniluti skjeyt eisini upp, at p-talið var strikað.

Bara broytingaruppskotið hjá meirilutanum var samtykt.

Lógin var endaliga samgtykt við 27 atkvøðum fyri og 5 ímóti.

Leinki til skjølini liggja í høgra borði á hesi síðuni

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo