Teljari við dyrnar undir royndarteljingini. Mynd: Kristfríð Tyril

20/07/2011
17 dømisleiðarar settir
Landið er býtt í 17 teljidømi, sum skulu hava hvør sín dømisleiðara. Seinni skulu umleið 150 teljarar setast at savna spurnabløðini innaftur.

Manntal hevur nú sett dømisleiðarar, sum skulu samskipa fólkateljingina í teimum 17 teljidømunum í landinum.

Dømisleiðararnir skulu samskipa teljingina í dømunum. Í hvørjum dømi verða seinni settir umleið 10 teljarar.

Teljararnir fara til dyrnar hjá fólki eftir spurnabløðunum og kunnu vegleiða húskjunum at útfylla spurnablaðið.

Fyrst í november verða spurnabløðini borin í hvørt hús í landinum og eftir 11. november 2011 og einar 2-3 vikur fram verða spurnabløðini savnaði innaftur.

Í hvørjum dømi verður ein dømisstova, har øll spurnabløðini verða latin inn sama dag, sum teljararnir fáa tey inn. Dømisleiðarin hevur ábyrgdina av, at spurnabløðini verða handfarin í trúnaði og goymd undir lási, til tey verða send víðari til manntalsdepilin í Havn.


Yvirlit yvir dømi og dømisleiðarar

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo