20/05/2009
Nær var fyrsta manntal í Føroyum?
Fyrsta manntalið í Føroyum var loyniligt. Fólk vistu ikki, at prestarnir skrásettu tey í 1769.

Fyrstu ferð talt verður í Føroyum, hvussu nógv búgva her, er í 1769, tá prestarnir fingu álagt av øvrigheitini, sum var norski kongurin, at telja fólk. Talið, sum prestarnir komu fram til var 4773.

Áleið samstundis ferðaðist Jens Chr. Svabo rund í landinum og hann gjørdist sær eisini sínar metingar um, hvussu nógv búðu í Føroyum. Hansara meting var 4409.

Í 1801 er fyrsta manntalið, har eitt nú navn og kyn verður sett á landsins íbúgvar.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo