06/12/2010
100 ára gomul fólkateljing løgd á netið
Í Norra frøðast granskarar og ættargranskarar, tí fólkateljingin í Norra í 1910 er nú løgd alment fram. Spurnabløðini hava verið goymd í 100 ár.

Hundrað ár eftir, at fólkateljarar gingu hús úr húsi í Norra í 1910 er teirra arbeiði almannakunngjørt.

1. desember vóru dáta um áleið 2,2 milljónir norðmenn, sum livdu fyri 100 árum síðani, løgd út á internetið. Har kunnu tey flestu, sum búgva í Norra í dag, finna upplýsingar um sínar forfedrar.

100 ára bíðitíð

Orsøkin til, at dáturnar nú verða til taks, er, at grundtilfar, sum verður savnað inn á fólkateljinginum í Norra, skal goymast í 100 ár.

Síðstu ferð ein fólkateljing var almannakunngjørd var í 1960. Tá var teljingin í 1900 løgd fram. Tá skuldi tilfarið bara goymast í 50 ár.

Ætlanin hiá Manntal er at føroyska tilfarið skal goymast á Landssjalasavninum í 80 ár, áðrenn tað verður almannakunngjørt.

Bæði granskarar og ættargranskarar hava í spenningi bíða eftir 1910-teljingini. Nógv hava longu vitjað heimasíðurnar, har upplýsingarnar liggja.

10 ár til næstu teljing

Frá 1900 hevur fólkateljing verið í Norra 10-unda hvørt ár. Tí verða 10 ár til 1920-teljingin verður tøk hjá almenninginum.

Spurnabløðini frá fólkateljingini í Norra í 1910 eru skrivaði við hond, og tað hevur verið eitt drúgvt arbeiði at talgilda tilfarið. Arbeiðið við 1920-teljingini eru longu byrjað.

1910-teljingin er størsta teljingin sum er almannakunngjørd í Norra higartil. Tað er fystu ferð, at man í Norra hevur føðidag við og hildið verður at bert nakrir fáir persónar eru, sum ikki vóru taldir tá. Hildið verður at talan bert eru um 1 prosent, sum ikki er við.

Útisetar

Fyri fyrstu ferð eru eisini norðmenn við, sum fóru til Amerika, men komu aftur til Norra. Tey fingu eitt serligt blað, har tey skuldu siga, hvat tey høvdu verið og hvat tey høvdu gjørt.

20-25 prosent av øllum, sum fluttu til Amerika, vendu heimaftur til Norra. Harafturat vóru eisini fleiri, sum arbeiddu nakrar mánaðir í Amerika og búðu restina av árinum í Norra.

Norra var tá á døgum eitt fátækastu londunum í Evropa. Gunnar Thorvaldsen, professari, sum hevur staðið fyri talgildingini, sigur, at tá var bjartskygni at síggja í fólkinum eftir at tað slitnaði millum Norra og Svøríki í 1905.

Fólkateljingin liggur her.

(Kelda: fornskning.no)

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo