17/09/2009
10 dreingjabørn úr Suðuroy hvurvu í 1769
Nú 240 ár eftir fyrsta manntal í Føroyum, hevur Jógvan Bærentsen, fakligur leiðari, á Manntal, funnið eina roknivillu. 10 børn í Suðuroy blivu burtur í samanteljingini.

Fyrsta manntal í Føroyum var hildið í 1769. Tá fingu prestarnir boð frá kongi um at telja allar føroyingar burtur úr kirkjubókunum. Hetta var gjørt í loyndum og ikki almannakunngjørt fyri enn nógv ár seinni.

Tey sjey upprunaskjølini frá teimum sjey prestagjøldunum liggja ídag á landsskjalasavninum.

Tá Jógvan Bærentsen sá hesi upprunaskjøl og hugdi nærri eftir tí, ansaði hann eftir, at samanteljingin í Suðuroy var skeiv. Í samanteljingini standa 46 dreingjabørn at vera undir 8 ár, men verður roknað saman av nýggjum, sæst at talið skal vera 56.

Jógvan gitir, at  presturin hevur gloymt mentuna, tá talið akkurát er 10 ov lítið. Og tá teljingin var loynilig hava ikki verið nógv, sum kundu grannskoða tølini.

Orsøkin til, at tey fyrstu manntølini vóru hildin loynilig, vóru hernaðarligar grundir. Fíggindaliga sinnaðar tjóðir, skuldu ikki kunna síggja nakrastaðni, hvussu nógvir menn vóru í aldri til hertænastu.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo