Løgtingið samtykti í vár lóg um manntal.

Endamálið er at tryggja borgaran, at allar upplýsingar bert verða brúktar til hagtøl og einki annað.

Lógin tryggjar eisini, at øll handfaring av upplýsingum, sum koma fram á manntalinum, er í trúnaði.

Lóg um manntal 2011

Heimild fyri verkætlanini "Almennar hagtals- og fyrisitingarskráir"

Heimild hjá Manntals-átakinum byggir á landsstýrissamtykt á landsstýrisfundi 5. februar 2007:

Landsstýrismaðurin í innlendismálum (Jacob Vestergaard) legði fram vegna seg og landsstýrismannin í fíggjarmálum (Bárð Nielsen) upprit um fólkateljingarverkætlan. Umrøtt varð, hvør skal standa fyri verkætlanini formliga, og hvørji onnur ráð skuldi vera við í arbeiðinum. Landsstýrismenninir fingur undirtøku fyri ætlanum sínum. Teir taka upp spurningin um, hvussu arbeiðið best verður skipað.

| Les uppritið til Landsstýrisfundin her

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo