13/08/2009
Telja allar føroyingar eftir ST-leisti
ST mælir øllum londum til at halda manntal og hevur síni tilmæli til, hvussu eitt manntal skal haldast. ST ger tó púra greitt, at tað er ymiskt frá landi til land, hvussu eitt manntal verður skipað. Alt eftir tørvi á hagtølum og eftir hvørji hagtøl eru tøk í landinum

Føroyar eru nú millum tey lond í ST-høpi, sum ætla at halda manntal í 2011. Á listanum eru næstan 200 lond, sum antin hava ella ætla at halda fólka- og býlisteljing eitt av næstu árunum.

Fólka- og býlisteljing er ein av súlunum í innsavnan av dáta, sum skulu til fyri gera eina uppteljing og vísa eyðkenni hjá einum landi.

Fólka- og býlisteljingin er partur av eini samlaðari hagfrøðiligari skipan, sum kann umfata onnur manntøl. Til dømis um fiskivinnuna ella landbúnaðin, stakroyndir og ymsar aðrar skáir (virkisskrá o.a.). Tað krevst, at slíkar teljingar verða gjørdar við jøvnum millumbilum fyri at fáa eitt fastapunkt, haðani mátingarnar verða gjørdar í tí einstaka landinum. Í summum smærri økjum – eitt nú Føroyum – er eitt manntal einasta keldan til upplýsingar um ávís sosial, demokrafisk og búskaparliga eyðkenni. Í nógvum londum er tað eisini einasta álítandi kelda til at byggja stakroyndar-kanningar á.

ST-áheitan á limalond

ST gjørdi eina samtykt í 2005, har heitt varð á limalondini um at halda fólka- og býlisteljing og kunngera úrslitini breitt, sum eina týðandi keldu til upplýsingar, sum kunnu brúkast í planleggingini hjá landøkjum, tjóðum og í altjóða høpi. ST mælti í somu samtykt til, at allar upplýsingar eru tøkar til at granska í fólkatølum, íbúgvaviðurskiftum, umhvørvi og sosio-økonomiskum spurningum.

Í summum londum ber til at halda fólka- og býlisteljingar við at brúka verandi grundskráir í einum landi. Eitt nú hava summi lond álitandi býlis- og virkisskráir, ið verða dagførdar javnan.

Tvey endamál

Eitt av grundleggjandi prinsippunum, sum er galdandi fyri almenn hagtøl, er at dáta, sum hagstovur savna um tann einstaka, undir ongum umstøðum mugu brúkast til annað enn hagtøl. Hóast nýtsla av manntals-dáta - um einstaklingar - í fyrisitingini er brot á tey grundleggjandi prinsippini, eru nøkur lond, sum eisini brúka manntals-høvið til innsavning av upplýsingum um einstaklingar ella húski at stovna ella viðlíkahalda ymsar skráir. Lond, sum brúka manntøl á hendan hátt skulu:

  • Greitt greiða svararunum frá, at her eru tvey endamál við teljingini, men at upplýsingar, sum eru innsavnaðar við manntalinum bert vera brúktar til hagtøl
  • Brúka tvey ymisk skjøl til bæði endamálini
  • Tryggja at tvær sjálvstøðugar lóggávur eru til hvørt átak
  • Áleggja øðrum enn almennu hagstovuni ábyrgdina at dagføra upplýsingarnar, sum skulu brúkast í fyrisitingini.

Tald við jøvnum millumbilum

Eyðkennini fyri eitt manntal eru vanliga, at hvør einstakur verður taldur, hetta hendir samstundis allastaðni og hendir við jøvnum millumbilum. At hvør einstakur verður taldur merkir, at upplýsingar um hvønn einstaka kunnu skrásetast í hagtalshøpi og knýtast at eitt nú býlisupplýsingum. Manntalið skal haldast samstundis kring landið ella í tí øki, sum er umfatað av teljingini. Úrslitið skal vísa, hvussu fólk og býli eru samansett á allar minstu plássum í landinum, tó við tí fyritreyt, at eingin einstakur kennist aftur í hagtølunum.

Seinasta eyðkenni, sum vit kanska hava lyndi at gloyma, er at manntøl skulu haldast javnan, so til ber at gera samanberingar yvir ávís ár. ST mælir til, at tað í mesta lagi ganga 10 ár ímillum hvørt manntal.

Hagtøl knýtast saman við øðrum tølum

Virðið av eini fólka- og býlisteljing hækkar, um hagtølini kunnu knýtast upp í onnur hagtøl. Tá kann úrslitið av manntalinum vera grundarlagið undir øðrum kanningum ella innsavnan av øðrum hagtølum.

Tí er umráðandi at hugsa gjølla um, hvussu tær upplýsingar og tey hagtøl, sum koma við einum manntali, kunnu brúkast í hagtalsarbeiðinum til næsta manntalið verður hildið.

ST skilmarkar eina fólkateljing sum eina hending ella eitt átak, sum við jøvnum millumbilum kemur til almenna fólkatalið í øllum landinum og eisini í minstu umráðunum og knýtir tølini saman við ymisk demokrafisk og sosial eyðkenni hjá íbúgvunum í landinum.

Á sama hátt verður ein býlisteljing skilmarkað sum ein hending ella eitt átak, sum við jøvnum millumbilum kemur til almenna talið á húsum og býlum í landinum sum heild og á smæstu plássum og knýtir ymisk býliseyðkenni upp í tey, sum búgva í húsunum og býlunum.

Um val av spurningum

Eitt manntal er ein sera kostnaðarmikil hending og nógv fólk eru blandað uppí. Tí er tað sera umráðandi at innihald og spurnaháttur verða granskað út í æsir, fyri at sjálv teljingin og útbreiðslan av úrslitunum lýkur hægstu krøv um týdning, góðsku, trúnað, loynd og etikk.

Evnini, sum spurd vera um í einum manntali, skulu vera greið at skilja. ST minnir í síni vegleiðing á, bert at taka evni við í eitt spurnablað, sum ikki kunnu svarast á annan hátt enn á einum manntali. Evnini skulu ikki nøkta forvitni hjá fólki, men hava stóran týdning fyri samfelagið og verða viðkomandi fyri minni øki í landinum. Fólk skulu ikki kenna seg órógvaði av óneyðugum spurningum. Fólk mugu ikki halda at tey vera plágað.

Summi evni verður beinleiðis ávarað ímóti at hava við. Spurningarnir mugu ikki vera ágangandi ella kenslubornir ella krevja eina langa frágreiðing fyri at tryggja at svarið verður beint. Fólk skulu kunna svara her og nú upp á spurningarnar. Spurningar sum krevja, at man hevur serliga gott minni ella skal róta í gomlum skjølum, skulu ikki vera við. Og er eitt eyðkenni fyri spurningarnar í einum manntali eisini, at spurt verður ikki um áskoðanir ella meiningar, men um ítøkiligar upplýsingar.

Samanumtikið skal eingin ivi vera um, at eitt manntal hevur bara hagtøl sum endamál. Manntalið má ikki brúkast at savna inn tilfar, sum kann fremja ávís politisk sjónarmið ella stuðla ávísum málum ella áhugamálum.

Trúnaður og loynd

Á einum manntali fáast upplýsingar um hvønn einasta persón og hvørt húski í landinum.Men úrslitið sigur einki um tann einstaka. Øll mugu tí vænta og krevja at allar upplýsingar, sum tey hava latið í trúnaði verða viðgjørdar í trúnaði. Mannagongdin er, at navn, bústaður og persónstal verða á spurnablaðnum, men í viðgerðini av spurnabløðunum skulu hesar upplýsingar skiljast frá restini, so skjótt sum gjørligt.

Fleiri lond hava serliga lóggávu um fólka- og býlisteljingar, so borgarin hevur størst møguliga vissu fyri, at ongar upplýsingar verða misnýttar. Manntalið í 2011 er skipað undir Hagstovuni og skal lúka somu treytir, sum Hagstovan arbeiðir undir. Men fyri at veita borgarunum enn størri trygd móti misnýtslu, leggur fíggjarmálaráðið væntandi lógaruppskot fyri tingið í heyst.

Sera strong krøv um tagnarskyldu skulu setast til tey, sum arbeiða við upplýsingunum. Men krøv skulu eisini setast til teldur og rúm, har upplýsingarnar verða goymdar. Umframt eina serliga løgtingslóg um manntalið 2011, er tætt samstarv við Dátueftirlitið, ið eisini setur krøv til, hvussu upplýsingarnar kunnu viðgerast og goymast.

Í summum londum verða øll spurnabløðini brend, meðan onnur goyma tey í ávíst áratal. Ætlanin í Føroyum er at lata Landssjalasavninum spurnabløðini, sum so verða tøk hjá granskarum og øðrum eftir 70 ár.

Útbreiðsla

Eitt manntal er ikki liðugt, fyrr enn innsavnaðu upplýsingarnar aftur eru tøkar hjá áhugaðum brúkarum. Hagtølini skulu latast almenninginum í einum líki, sum er viðkomandi og so skjótt sum til ber, eftir at spurnabløðini eru latin innaftur. Her er eisini umráðandi at eingin fær fyrimun av at fáa hagtølini fyrri enn onnur. Her ber til at gera eina tíðarætlan yvir, nær tey ymsu úrslitini verða almannakunngjørd.

 

Evni, sum ST sigur eru kjarnuøki at spyrja um (Core-topics)

Dømi um evni, sum kann spyrjast um (Non-core topics)

Um tann einstaka

Bústaður

 

Arbeiðsstaður

Hvar liggur skúli ella lærustovnur

 

Hvussu slepst aftur og fram millum heim og arbeiði, skúla ella lærustovn

Kyn

 

Aldur

Tal á børnum fødd á lívi

Hjúnarstøða

Fleiri giftur

Hvat tekst tú við í løtuni?

Hvat gert tú vanliga

Starv/arbeiði

 

Leilutur á arbeiðnum

Tímar til arbeiðis

 

Arbeiðsloysi

 

Stødd á arbeiðsplássi

 

Inntøka

Útbúgving

 

Fødd/ur (býur/bygd og land)

Tíðarskeið í øðrum londum

Ríkisborgararættur

Tíðarskeið í Føroyum

Nakrantíð búð í øðrum landi og nær flutti tú til Føroyar?

 

Vanligur bústaður uttanlands og nær flutti tú til Føroya

Hví fluttu tú til Føroya

 

Føðistað hjá foreldrum

Um húski

Hvussu er fólk í einum húski skyld?

 

Hvør er familjustøðan hjá tí einstaka í húskinum?

 

Nýtslu- og ræðirættindi í býlinum

Tal av bilum, parkeringplássum, telefonum osv.

Um býli

Slag av býli og byggiár

hæddir

Ognarviðurskifi

 

Hvussu nógv búgva vanliga í býlinum?

 

Gólvvídd á býlinum

 

Vatnveiting

 

WC-viðurskifti og baðiviðurskifti

 

Slag av upphiting

 

 

 

 

 

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo