27/07/2009
ST-krøv til manntal
Í ST-høpi eru settar sjey treytir, sum skulu lúkast, fyri at ein hagtalskanning, kann kallast ein fólkateljing.

1. Almenn kanning. Ein fólkateljing skal vera stýrd av almennu fyrisitingini og heimilað í serligari lóg.

2. Teljingin skal umfata eitt greitt tilskilað landumráði. Fólkatøl nytta einki, um tey ikki vísa til eitt greitt skilmarkað øki.

3.  Umfata øll. Eitt manntal eigur at fevna um allar persónar, sum er í landinum (de facto) og/ella eru heimahoyrandi (de jure) í landinum.

4. Teljing av tí einstaka. Á einum manntali skal hvør einstakur teljast og eginleikarnir skrásetast serstakt fyri hvønn.

5. Samstundis og nágreinilig tíðaráseting. Hvør einstakur eigur av vera taldur so tætt at einum ávisum degi, sum til ber. Og úrslitini skulu eisini kunna vísa aftur til eitt nágreinliga ásett tíðarbil.

6. Við jøvnum millumbili. Virði av einum manntali veksur, um tey verða hildin við jøvnum millumbilum. Ein einstøk fólkateljing vísir bara eina søguliga løtumynd, meðan fleiri fólkateljingar vísa broytingar.

7. Viðgerð og útbreiðsla. Rátølini hava lítið virði í sær sjálvum, um tey bara enda í onkrum skuffum. Eitt manntal er ikki fullfíggjað fyrr enn innsavnaða tilfarið er viðgjørt og almannakunngjørt.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo