03/08/2009
Spyrja í hvørjum króki
Á einum manntali lata vit øll - hvør persónur og hvørt húski í landinum - upplýsingar til Hagstovuna.

 Upplýsingarnar kunnu bara brúkast til hagtøl. Ongar upplýsingar vera skrásettar um tann einstaka.

Umframt at telja øll, sum búgva í Føroyum, so vera vit øll vera spurd um ymisk viðurskifti, eitt nú útbúgving, arbeiði, starv, húski, og býli

Landsstýrið samtykti í 2007 at manntal skal haldast í Føroyum.

Hagtøl til okkum øll

Manntalið er ein hagtalslig hending, har vit lata Hagstovuni upplýsingar í trúnaði, við fullari vissu fyri, at ongin annar myndugleiki ella persónur fær upplýsingarnar í hendi. Bara soleiðis ber til at fáa trúverdugar upplýsingar.

Úrslitið av manntalinum verður ein neyv hagfrøðislig lýsing av føroyska samfelagnum. Hendan vitan kann brúkast á nógvum økjum: í lógararbeiðinum, í fyrisitingini, í undirvísing og gransking, hjá áhugafeløgum, í altjóða samanberingum og ikki minst, sum ein søgulig lýsing av Føroyum til okkara eftirkomarar.

Nyttan av einum manntali kemur best fram, um eitt land heldur manntal við jøvnum millumbilum - td fimta til tíggjunda hvørt ár. Í Føroyum var seinasta manntal hildið í 1977.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo