26/08/2009
Øll mugu spyrjast um vitan skal fáast um øll
Eitt manntal er eitt megnar átak, sum fevnir um hvønn einstaka íbúgva í landinum. Hevði tað ikki verið nógv bíligari og minni roks og eins gott bara at spurt eitt úrval av fólki, verður ofta spurt.

Eitt manntal er einasti mátin at fáa lýst viðurskifti fyri smápláss og smáar bólkar, og hetta er einasti máti at fáa eina fullfíggjaða løtumynd av samfelagnum heilt út í æsir. Av tí at øll verða spurd ísenn teir somu spurningarnar, ber til at kanna øll sínámillum sambond millum spurningar og fólkabólkar.

At velja nøkur fólk burturúr at spyrja verður nevnt ein úrvalskanning, men vansin er júst, at talan bara er um eitt úrval av íbúgvunum. Hetta setur í sjálvum sær nakrar avmarkingar fyri, hvat ber til at lýsa, tá ikki øll verða spurd. Tann størsta avmarkingin er, at úrvalskanningar ikki kunnu lýsa viðurskifti fyri smærri øki í landinum ella smáar bólkar í samfelagnum. Tá ikki øll verða spurd, mugu tey spurdu umboða alt fólkið, soleiðis at tað ber til at upprokna úrslitið.

1000 eru ikki øll

Um vit til dømis spyrja túsund tilvildarliga vald um bústaðar­viðurkifti, so høvdu helst bert nøkur fá av teimum verið stakir uppihaldarar á bygd. Hesin bólkur hevði tí ikki verið nóg væl umboðaður til at verða lýstur eftirfarandi við kanningini. Av tí at vit heldur ikki vita, hvussu nógvir stakir uppi­hald­arar eru tilsamans í Føroyum, so vita vit heldur ikki, hvussu stóran part av teimum, sum vit fingu á tal. Tí ber heldur ikki til at meta um býtið millum bý og bygd.

Rætt er tað, at tað er mínni ómakur bara at spyrja nøkur, og tað eru eisini aðrir fyrimunir við hesum mátanum: Nógv minni manning krevst, tað er skjótari at fyrireika og betri at stýra neyvt. Slíkar úrvalskanningar kunnu havast oftari enn manntøl og kunnu tí betri lýsa, hvussu samfelagið broytist við tíðini. Haraftrat ber eisini til at fara meira í dýpdina við einstøkum evnum, enn stundir verða til við fullfíggjaðum fólkateljingum, har spurningarnir eru nógvir.

Haldgott grundarlag til úrval

Úrslitið av einum manntali gevur eitt haldgott grundarlag at gera betri úrvalskanningar. Við nýggjari vitan um, hvussu húski og familjur síggja út fer til dømis at bera til at gera munandi betri úrval av fólki til spurnakanningar framyvir, og granskingingarumstøðurnar verða betri.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo