16 av 31 tingfólkum atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd.

Jørgen Niclasen úr minnilutanum talaði harðliga móti átakinum.

12/05/2011
Misskiljingar um manntal í tinginum
Orðaskiftið við 2. viðgerð í Løgtinginum tók eina eitt sindur óvæntaða vend, tá ein minniluti í fíggjarnevndini mælti løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Eitt upprit frá løgfrøðiliga ráðgevanum hjá løgtinginum, fanst at fleiri viðurskiftum í lógaruppskotinum. Hetta uppritið gjørdist so grundarlagið hjá minnilutanum fyri at mæla Løgtinginum til ikki at samtykkja uppskotið um manntal 2011.

Uppritið gjørdist eisini grundarlagið undir 2. viðgerð. Viðgerðin kom ikki rættuliga inn á, hvat ein fólkateljing skal brúkast til, og hví upplýsingarnir úr eini fólkateljing kunnu koma øllum samfelagnum til góðar.

Upplýsingar aftur til fólkið

Summi tingfólk hildu fólkateljingina verða eitt amboð hjá statinum at sneyta, hvussu fólk liva og virka. Her hava vit ikki dugað nóg væl at lýst, at øll hagtøl, sum koma burtur úr eini fólkteljing eru almenn og at eingin kann fáa hagtølini fyri seg sjálvan. Øll – almenn, privat, feløg og einstaklingar – hava somu atgongd til øll hagtølini.

Løgfrøðiligi ráðgevin vísti í uppritinum á, at heimildin í lógini um, at spyrjast kann um “Almenna heilsustøðu, avmarking í dagligum virki orsakað av sjúku ella breki” kann vera brot á ST-sáttmálan um rættini hjá fólki við breki.

Kanska er orðingin í sjálvum lógartekstinum ikki nóg neyv. Men teir báðir spurningarnir, sum snúgva seg um heilsustøðu og avmarkingar í dagligum virki, eru neyvan brot á ST-sáttmálan.

Spurningarnir snúgva seg ikki um diagnosur ella sjúkur, men bert um, hvussu hvør einstakur fatar sína egnu heilsu. Svarmøguleikarnir eru frá sera góð til sera ring. Spurningurin um avmarking í dagligum virki, snýr seg eisini um, hvussu hvør einstakur fatar sína støðu. Svarmøguleikarnir eru “Ja”, “Ja eitt sindur” og “Nei”.

Endamálið við hesum báðum spurningum er við hagtølum at lýsa, hvussu tey, sum búgva í Føroyum, fata sína egnu støðu.

 

Sjálvboðið av svara um trúgv

Eisini var nevnt, at spurningarnir um trúgv kundu fatast at ganga ov nær, men her er sambært ST-vegleiðingini viðmerkt, at tað er sjálvboðið at svara spurningunum um trúgv.

Funnist varð eisini at orðingi, at teljarin kann koma “á gátt” í greinini í lógini. Fleiri hildu, at hetta var ein ov víð og óneyv orðing, hóast tað í viðmerkingunum stendur, at teljarin ikki hevur rætt at koma inn í býlið hjá teimum, sum skulu svara. Mannagongdin er, at spurnabløðini verða send hvørjum húski við postinum, og eftir eina til tvær vikur, kemur teljarin og bankar uppá og fær svaraða spurnablaðið aftur. Tey, sum vilja hava hjálp, kunnu fáa tað frá teljaranum ella við at ringja til eina hjálpartelefon. Sjálvsagt hevur tað ongantíð verið ætlanin at bróta Grundlógina, sum sigur at býlið hjá tí einstaka er friðhalgað. Ein neyvari orðing kann loysa hesa misskiljing.

Bót fyri ikki at svara

Ein onnur prinsippiel atfinning var móti tí lógargreinini, sum sigur, at tey, sum við vilja ella av grovum ósketni ikki svaraðu spurnablaðnum, kundu revsast við bót.

Henda greinin byggir á royndir úr øðrum londum. Fyri at fáa mesta virðið burtur úr eini fólkateljingin, er umráðandi at øll svara ella í hvussu so er næstan øll. Royndir úr Skotlandi hava víst, at sjáldan er neyðugt at fara so vítt, sum at geva bót, men at heimildin at geva bót, hevur fingið tey seinastu at svara.

Aftur í nevnd

Jenis av Rana mælti til, at málið fór aftur í fíggjarnevndina. 16 atkvøddu fyri og 15 í móti at málið fór aftur í nevnd. Fíggjarnevndin skal nú viðgera málið av nýggjum og kanska verður nýtt álit lagt fram í dag.

Viðmerkingar frá Manntal kunnu lesast her.

Her ber til at lesa brot úr ST-vegleiðingini um fólkateljingar

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo