21/08/2009
Meginreglur at velja spurningar
Av royndum aðrastaðni vita, at ynskini til spurnaevnir í manntølum eru nógv størri enn tað, sum ber til at hava við.

Um spurningarnir gerast ov nógvir, er vandi fyri at teir ikki verða nóg væl og samvitskufult svaraðir, og so kann alt manntalið gerast munandi verri í dygd.

Tað verður tí neyðugt at sálda spurningar frá. Her verða lýstar nakrar av meginreglunum fyri val av spurningum.

 

ST

Spurnarevni, ið ST hevur ásett sum høvuðsevni - core topics - skulu við, uttan so, at evnið kann svarast upp á aðrar mátar enn við einum manntali.

Sambæri

Úrslit skulu kunna samanberast við samsvarandi tøl frá undanfarnum manntølum. Tí kunnu spurnaevnnu koma upp á tal, ið skulu tryggja hetta sambærið

Svarbyrðan

Í øllum hagtalsarbeiði er tað ein grundregla at minka mest møguligt um byrðuna at svara spurningum. Tí má einki óneðygt verða spurt.

Staðfestur tørvur

Tað skal verða ein staðfestur tørvur á spurnarevninum. Tað má kunna grundgevast fyri, at evnið hevur samfelagsgagnligan týdning, t.d. við betri tænastum, menning ella eftirkanning av skipanum og stevnum, sum hava týdning fyri Føroyar sum heild.

Aðrar keldur

Tað verða ikki settir spurningar, sum tað ber til at fáa svaraðar við støði í øðrum keldum, til dømis almennum skráum.

Úrvalskanning

Har sum spurnarevnið eins væl kann lýsast við eini minni kanning av einum úrvali av fólki, verður tað lagt burturúr. Til dømis í førum har tað er nøktandi at kenna heildarúrslit fyri alt landið ella fyri sýslur

Krossgreiningar

Har sum tað hevur týdning at kanna samanheingi millum fleiri spurnaevni sínámillum, kann tað tó koma upp á tal at hava slíkar spurningar við, soleiðis at til ber at gera fleirgildar krossgreiningar (multivariata analysu)

Ikki torspurt

Evnið má vera greitt at skilja. Tað má kunna lýsast við rímiliga lættskiltum spurningi uttan drúgva frágreiðing.

Ikki nærspurið

Spurt verður ikki um áskoðan og meiningar, og spurningarnir mugu ikki bera á brá at ganga ørindi fyri serligar áhugabólkar ella partapolikk.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo