26/08/2009
Hetta vita vit ikki um føroyingar
Á heysti 2011 verður manntal hildið í Føroyum. Manntal er annað enn at telja, hvussu nógv búgva í Føroyum. Nógv vitan, sum í dag er ókend, gerst almenn.

Dømi um vitan, sum vit ikki hava

Serliga er tørvur á vitan um, hvussu húskini eru sett saman:

  • Hvussu nógv búgva saman?
  • Hvussu eru vit skyld?
  • Hvussu nógv børn búgva í húskinum?
  • Hvussu búgva húskini? (Sethúsum, raðhúsum, íbúðum osv.)
  • Hvørja útbúgving hava føroyingar?
  • Hvussu langt hava vit til arbeiðis?
  • Hvussu nógv ferðast føroyingar?
  • Hvussu nógv hava skyldfólk uttanlands?
 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo