20/08/2009
Hetta verður spurt um
Arbeiðið hjá verkætlanini “Manntal 2011” er í løtuni at gera fyrsta útkast til spurnablað til manntalið 2011. Higartil hava fundir verið við áhugbólkar, fyrisitingina og partar av politiska myndugleikanum, tí tað er umráðandi at kortleggja, hvør tørvurin á hagtølum er.

Gongdin á manntølunum seinastu mongu árini hevur greitt verið, at fleiri og fleiri spurningar verða lagdir afturat hvørja ferð.

Men har liggur ein avmarking í longdini, tí tað skal ikki taka ov langa tíð at fylla út.

Tískil verður arbeiði næsta mánaðin at velja og vraka, hvørir spurningar skulu við og hvørjir mugu lúta.

Nakrar høvuðsreglur eru. Eitt nú skal ongantíð spyrjast um upplýsingar, sum hagstovan kann fáa aðrar vegir.

Øll sum hava hugskot til evni at spyrja um, eru vælkomin senda okkum eini boð.

Les eisini ávegis spurnablaðið.

Spurnabløðini, sum vóru nýtt á manntalinum í Føroyum 1977 og í 1901 og á Guernsey 2001 eru viðfest í yvirlitinum í høgra borði.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo