20/04/2010
Fólk streyma til og úr Føroyum
Umleið 3000 fólk flyta millum Føroyar og útheimin um árið. Manntal 2011 fer at lýsa, hvørji sambond føroyingar hava til fólk uttan fyri Føroyar.

Eitt av eyðkennunum fyri smá lond og oyggjasamfeløg er, at fleiri fólk upp á seg flyta til og úr landinum.
Á manntalinum 2011 verður kannað nærri, hvussu flytingin millum Føroyar og umheimin hevur verið, og hvørji sambond eru millum føroyingar í Føroyum og fólk uttanlands.
Nakrir av spurningunum snúgva seg um, hvussu nógv hava forfedrar ella eftirkomarar uttanlands. Hetta eru tøl, sum ikki áður hava verið tøk.
Í Føroyum hevur samlaði fólkastreymurin til og úr Føroyum verið umleið 3000 fólk seinastu 10 árini. Tað er sonevnda bruttoflytingin, ið sigur nakað um fólkastreymin. Bruttoflytingin er samlaða talið á teimum, sum flyta til landið og teimum, sum flyta av landinum.
Ovast í Evropa
Okkurt árið eru fleiri flutt til landið enn av landinum, men samlaði fólkastreym­ur­in til og úr Føroyum hevur seinastu árini verið á leið tann sami. Í prosentum ber til at siga, at bruttoflytingin í Føroyum er umleið 6 prosent.
Føroyar hava seinastu 25 árini ligið ovast í evropeisku hagtølunum yvir brutto­flyting. Seinastu trý-fýra árini eru Grønland, Ísland og Áland komin  upp í evropeiska oddin og hava nú eisini eina bruttoflyting upp á umleið seks prosent.
Av øðrum evropeiskum londum hevur bara Luxemborg á leið somu brutto­flyting, sum í Føroyum.
Fyrst í níti-árunum fór bruttoflytingin upp um 10 prosent. Í 1993 fluttu 3273 fólk úr Føroyum og 1342 til Føroya.
Norra, Svørríki og Danmark hava eina bruttoflyting á umleið tvey prosent.
Ikki óvæntað hevur fólkastreymurin millum Føroyar og Danmark  verið nógv tann størsti. 75 % av allari flyting til og úr Føroyum eru umvegis Danmark. Norra og Íslandi eru næst.
Seinastu seks árini hevur fólkastreymurin verið størri til Danmarkar enn úr Danmark.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo