31/08/2009
At telja er at vita

Manntal útvegar hagtøl, sum ikki fáast aðrar vegir, um hvussu samfelagið er skrúvað saman. Á manntali kemur man út í hvønn krók í landinum. Tey hagtøl, sum koma burturúr, eru týðandi amboð hjá eitt nú fyristingini, politisku skipanini, undirvísingi og granskingi, áhugafeløgum og søgufólki. Manntal gevur eisini eina tíðarmynd av samfelagnum. Sìðani 1801 hava manntøl verið hildin í Føroyum og vit hava í dag 26 tíðarmyndir av, hvussu Føroyar hava sæð út seinastu góðu 200 árini

Les meiri her um, hví manntal er neyðugt

Les inngangin til ST-vegleiðingina um manntal

Hvat er manntal?

At halda manntal er at savna upplýsingar um allar íbúgvar, øll húski og øll býli í landinum. Í fleiri londum verður vitjað í hvørjum húsi, har spurnabløð verða svarað. Í øðrum londum ber til at gera álítandi manntøl út frá teimum grundskráum, sum eru í fyrisitingini. Eitt nú landsfólkayvirlit, býlis- og virkisskráir. Í Føroyum verður í 2011 vitjað í hvørjum húsi. Enn eru ikki grundskráir í Føroyum, sum kunnu geva somu upplýsingar. Upplýsingarnar skulu bara brúkast til hagtøl. Ein serlig løgtingslóg skal tryggja, at upplýsingarnar ikki verða misbrúktar.

Hvør er Manntal?

Manntal er eitt átak undir Hagstovuni. Manntal leggur manntal 2011 tilrættis, stendur fyri teljingini og skal almannakunngera úrslitini. Manntal fær serstaka játtan á fíggjarlógini á eini undirkonto hjá Hagstovuni. Arbeiðið í løtuni er at kanna tørvin á hagtølum og síðani gera fyrsta uppskot til spurnablað. Arbeiðið er eisini at leggja til rættis KT-tøkni, sum á tryggan hátt kann goyma upplýsingarnar og sum kann rokna úrslitini til nýtlig hagtøl.

 
Manntal
Traðagøta 38
Postboks 2092
FO-165 Argir
tel. 223 221
manntal@manntal.fo